Á Heilsuskúla Føroya hava vit fleiri umsóknarfreistir. Vit hava ein heilsurøktaraflokk sum byrjar í februar og ein heilsuhjálparaflokk sum byrjar í apríl, afturat teimum flokkunum sum byrja í august.
Tað kann skiljast sum, at Heilsuskúlin bara hevur eina umsóknarfreist, sum tað verður sett fram í miðlunum, tí hetta bara er áhugavert um tað kann samanlíknast við aðrar skúlar í landinum.
Í januar í 2024 fingu 14 heilsurøktarar prógv. í februar byrjaðu 12 heilsurøktaranæmingar sína útbúgving. Í februar fingu 4 heilsuhjálparar prógv.
- mars fingu 21 starvsfólk í føroysku røktini prógv uppá at tey hava lokið vegleiðaraskeið og í apríl byrjar ein flokkur við 15 heilsuhjálparalesandi.
Tað er púra vanligt at umsøkjaratalið økist á Heilsuskúlanum, heilt fram móti sumri, tó at talið í ár, uttan iva er tað lægsta leingi.
Harafturat er týdningarmikið at fáa fram at hetta er fyrsta árið, at vit royna okkum við tveimum flokkum av heilsurøktarum. Til og við 2023, hevur tað bara verið ein flokkur.
Heilsuskúli Føroya, yrkis- og miðnámsútbúgving
Facebook viðmerkingar