Rundvísing á Vágsverkinum á Ljósfest

Í samband við Ljósfest, so bjóðar SEV øllum til rundvísing á el-verkið á Oyrunum.

Klokkan 13.00 leygardagin kann almenningurin vitja el-verkið hjá SEV yviri á Oyrunum. SEV letur dyrnar upp til verkið og vitjandi kunnu síggja ymsu maskinurnar og tólini á virkinum. Eisini verður høvið at síggja gomlu turbinurnar, sum júst eru tiknar niðir úr el-verkinum í Botni og eru um 60 ára gamlar.

SEV bjóðar øllum vitjandi drekka og okkurt søtt afturvið. Rundvísingin endar við eini tónleikaframførslu við Mariu Ronniesdóttir Nielsen og Ronnie Nielsen.

Til ber at lesa skránna til Ljósfest her.

Facebook viðmerkingar