Earth Hour, gongutúrar og aftankvirra

Síðan 2017 hevur Tvøroyrar kommuna tikið lut í Earth Hour. Heimsumfatandi fyribrigdið hevur sín uppruna í avstralska stórbýnum Sydney í 2007, har WWF skipaði fyri einum “sløkk-ljósið” tiltaki, fyri at økja um tilvitið um veðurlagsbroytingarnar jørðin er fyri. Tiltakið er vaksið í vavi seinastu mongu árini og nú teljast luttakararnir í fleiri enn 190 londum.

Tvøroyrar kommuna sløkkir eisini ljósini leygarkvøldið frá 20:30-21:30 og fólk hava sostatt høvi til at uppliva býin í fullkomnum myrkri.

GONTUTÚRUR VIÐ FRÁSØGUFÓLKI

Skipað verður fyri gongutúri, ið byrjar við Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn. Chris Jan Michelsen er frásøgumaður á túrinum, ið gongur niðan gjøgnum Valin, framvið húsunu hjá Bakkasiggu, har Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnisavn tendrar stearinljós, gjøgnum hugnaligu Sjúkrahúsplantasjuna og niðan á Hválin, har útsýnið er einastandandi gott yvir býin. Túrurin byrjar kl. 19:45.

Øll eru hjartaliga vælkomin við á túrinum og til túrin heim aftur í myrkrinum, er tað eitt gott hugskot at hava eina lítla lummalykt við. Heitt verður eisini á fólk um at lata seg í eftir umstøðunum og at nýta endurskin.

AFTANKVIRRA Í TVØROYRAR KIRKJU

Í tíðarbilinum har Earth Hour er, frá 20:30-21:30, er aftankvirra eisini í vøkru kirkju okkara, Tvøroyrar Kirkju. Her eru fólk vælkomin at njóta eina friðsæla løtu og, er tørvur á tí, so er Annika Magnussen Gaard, prestur, eisini tøk til eitt prát.

ÁHEITAN TIL BORGARAR OG FYRITØKUR

Heitt verður annars á borgarar og fyritøkur í Tvøroyrar kommunu um at sløkkja el-ljósini úti og inni, og í staðin seta eitt stearinljós í vindeygað fyri á tann hátt gera løtuna heilt serliga.

Meiri kann lesast um Earth Hour her https://www.earthhour.org/ og hevur onkur tørv á góðum hugskotum til dagin, so eru fleiri at finna á síðuni.

Facebook viðmerkingar