Møguleiki fyri fleiri summarhúsum og frítíðarhúsum í Vági

Tekniskanevnd hevur í eina tíð arbeitt við at fáa broytt byggisamtyktir til at fáa fleiri sumarhúsøkir og frítíðarbústaðir í Vági. 

Hettar so at vágbingar kunnu fáa størri gavn av egnum eigaraøkjum, um teir ynskja tað.

Vágs býrað samtykti einmælt í gjár, at gera broytingar í byggisamtyktum til summarhúsøkir og frítíðarbústað fleiri staðir í Vági.

Fleiri ferðir er tað komið fyri, at umsóknir eru komnar til politiska støðutakan, at fólk ynskja at byggja summarhús ella á td egnum jarðarstykki ella á egnum neystaøki. 

Tí hevur tekniskanevnd saman við umsitingini lagt upp til broytingar í almennu byggisamtyktini fyri Vág á fleiri økjum. Annars vóru seinastu broytingar í byggisamtyktini gjørdar í 2021.

Rákið vísur eisini á, at stórur áhugi er at byggja sær summarhús og frítíðarbústað burturfrá bygdini og í neystum. 

Áhugin er støðugt vaksandi og tí má byggisamtyktin endurskoðast fyri at fylgja við rákinum og tørvinum.

Enn er nakað til at broytingarnar gerast veruleiki, men nú er sett hol á.

Tekniskanevnd og Vágs býrað fegnast um, hesar broytingar nú vera framdar og henda broyting skal so aftur til støðutakan hjá Vágs býráð. 

Annars kann alt lógarsavnið lesast her. Lógtingslóg um byggiskipanir og byggisamtyktir.

https://www.logir.fo/Logtingslog/13-fra-21-05-1954-um-byarskipanir-og-byggisamtyktir-sum-seinast-broytt-vid-logtingslog-nr-81

Talan er um hesar broytingar í byggisamtyktini, sum seinast vóru til umrøðu í tekniskunevnd 22-03-2024 og einmælt samtykt av Vágs býráð í gjár.

Inni í Líðini
– Inni í líðini verða uml. 18.617m2 broytt til summarhúsøkið, ið umfatar matr. 485a, matr. 622c, matr. 374a, matr. 385a, matr. 172k og matr. 172a. Har tað verður deilt upp soleiðis, at uml. 8334m2 frá frílendi verður broytt til summarhúsiøki og uml. 10.183m2 verður broytt frá landbúnaðarjørð til summarhúsøki.

Í Dalinum
– Í Dalinum verða uml. 40.000m2 broytt frá landbúnaðarjørð til summarhúsøki og umfatar matr. 455a, matr. 262a, matr. 435a, matr. 262a, matr. 512, matr, 193a, matr. 395aa, matr. 287a, matr. 423a, matr. 447 og matr. 446c.

Toftabø til Galtnaroyri
–  Frá Toftabø til Galtnaroyri verða  uml. 2410m2 av bústaðarøki broytt til neystaøki, har uml. 1548 m2 verða broytt frá bústaðarøki til neystaøki, og uml. 862 m2 verða broytt frá Havna- og vinnuøki til neystaøki. Henda broyting umfatar matr. 121i, matr. 121b, matr. 121g, matr. 120b, matr. 120a, matr. 119b, matr. 1b, matr. 1c, matr. 118b, matr. 105c, matr. 119c, matr. 129e, matr. 1d, matr. 1e, matr. 1f, matr. 132, matr. 1g, matr. 1h, matr. 1i, matr. 1k, matr. 131c, matr. 131b, matr. 131d, matr. 128b, matr. 127, matr. 119d , matr. 86o, og 623a.

Á Nesi
– Á Nesi Uml. 23000m2 frá landbúnaðarjørð til summarhúsøki: matr. 1a, matr. 5a, matr. 19a, matr. 19b, matr. 19c og matr. 19d.

Erhard Joensen formaður í Tekniskunevnd
Levi Mørk, næstformaður í Tekniskunevnd

Facebook viðmerkingar