Svar upp á fyrispurning nr. 52-103/2023 sambært § 52 a í tingskipanini til Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, um Bústaðir
Spurningar:
1. Hvørja strategi fyri bygging hava Bústaðir fyri komandi árini?
2. Eru ávís øki í landinum, sum Bústaðir raðfesta fram um onnur?
3. Eru ávís øki í landinum, har Bústaðir ikki hava í hyggju at hava virksemi uttan so, at kommunur ella onnur eisini fíggja byggingina?
4. Hvørjar verða fyrstu byggingarnar, sum Bústaðir fara í gongd við, tá økta fíggjarliga heimildin til bygging er samtykt?
Svar
Til spurning 1
Í 2011 fekk Húsalánsgrunnurin heimild til, einsamallur ella saman við øðrum at útvega, reka og leiga út íbúðir, íbúðahús og lestarbýlir. Endamálið við hesum var at fjøltátta útboðið á bústaðamarknaðinum, og harvið geva fólki betri møguleika fyri at tillaga sína bústaðastøðu til lívsstøðuna. Hetta eitt nú við at eldri fólk fáa møguleika til at flyta í eina minni íbúð, at ung, sum ynskja at flyta heimanífrá fáa møguleika til at fáa ein hóskandi ungdóms- ella lestrarbústað, ella at ung eftir loknan lesna fáa eina íbúð at húsast í.
Í 2012 kom Bústaðapolitikkur Føroya, sum var orðaður av landsstýrisfólkunum í ávikavist almannamálum og fíggjarmálum. Yvirskipaða málið í bústaðapolitikkinum er, at øll við síni inntøku sjálvi skulu kunna fáa til vega egnan bústað, og politiska uppgávan er at tryggja, at útboðið av bústøðum og kostnaðurin fyri hesar er á einum støði, so menniskju, uttan mun til, hvar tey eru í lívinum, kunnu fáa eitt nøktandi heim í mun til ítøkiliga tørvin hjá tí einstaka.
Bústaðapolitikkurin hevur øll árini verið vegvísin hjá Bústøðum. Í bústaðapolitikkinum er eitt sjálvstøðugt brot um, hvussu Bústaðir (Føroya Bústaðafelag) skal viðvirka til at fremja bústaðapolitikkin í verki, og hesum hevur Bústaðir arbeitt eftir alla tíðina.
Nógv er broytt hesi seinastu 12 árini síðani bústaðapolitikkurin var orðaður, og Bústaðir fór at virkað.
Tí skal bústaðapolitikkurin eftirmetast og dagførast, og í hesum sambandi mugu vit umhugsa, um nakað av tí, sum stendur í bústaðapolitikkinum um uppgávur hjá og endamál við Bústøðum, átti at verið lógarfest heldur enn ‘bert’ at standa í politikkinum.
Hesi viðurskifti fari eg at taka upp í politisku skipanini og saman við stýrinum fyri Húsalánsgrunnin.
Til spurning 2
Bústaðir eigur tilsamans 634 íbúðir kring landið, harav tær 456 eru í brúki. 178 íbúðir eru í gerð, og væntast hesar allar at verða lidnar summarið 2025. Harumframt hevur Bústaðir bygt 8 íbúðir, sum síðani eru seldar einum lutaíbúðafelag.
Býti av leigubústøðum kring landið er soleiðis, at 60% av bústøðunum er í Suðurstreymoy, 14% í ávikavist Eysturoynni og Norðoyggjum, 7% í Suðuroy, 2,5% í ávikavist Vágum og Norðstreymoy og 1% í Sandoynni.
Bústaðir kann, við støði í bíðilistanum, staðfesta, hvør tørvurin er á bústøðum ymsastaðni í landinum.
Higartil hevur mest verið bygt í miðstaðarøkinum. Hetta er tí, at talið á fólki, ið hava tørv á taki yvir høvdið er størstur í hesum økinum. Tað er ásett í Bústaðarpolitikki Landsins, at Bústaðir skulu virka fyri einum størri og meir fjøltáttaðum útboð av bústøðum um alt landið. Hetta er framvegis ein av arbeiðssetningunum ið arbeitt verður eftir.
Til spurning 3
Tá Bústaðir meta um, hvørt farast skal undir bygging eitt ávíst stað, verður hugt eftir ítøkiliga tørvinum á leigubústøðum í økinum. Er tørvurin lítil merkir tað, at húsaleigan, sum fólk eru sinnað at rinda, eisini er lutfalsliga lítil. Er tann húsaleigan, sum fólk vilja rinda, ov lítil í mun tað, sum tað kostar Bústøðum at útvega, fíggja og reka leigubústaðirnar, so verður ikki bygt í økinum.
Men við broytingini í lógini fyri Bústaðir, ið í løtuni liggur í løgtinginum, fer at bera til at stovna almannagagnlig bústaðarfeløg saman við kommununum. Við almannagagnligum bústaðafeløgum verður lánibyrðan lægri, enn tá Bústaðir byggja einsamøll, við tað at kommunan kemur við eginpeningi til felagið, og tað hevur aftur við sær lægri útreiðslur til rentur og avdráttir; av tí sama verður húsaleigan lægri. Tað verður tí møguligt hjá almannagagnligum bústaðafeløgum, sum Bústaðir og kommunur fara saman um, at útvega og leiga út bústaðir í økjum, har tað, sum er, ikki ber til hjá Bústøðum einsamøllum at fáa bústaðaverkætlanir at mala runt. Broytingin í lógini fer sostatt at betra um møguleikarnar at byggja í økjum í landinum, har frammanundan hevur verið trupult at byggja.
Til spurning 4
Bústaðir hevur fleiri verkætlanir á tekniborðinum, og júst hvør av hesum verður tann fyrsta, sum farið verður víðari við, er ilt at siga.
Bústaðir má sjálvsagt virka og leggja ætlanir innanfyri teir karmar, sum lóggávuvaldið setir, og tá hesir karmar verða broyttir, so broytast eisini fortreytirnar fyri virkseminum hjá Bústøðum.
Um lógaruppskotið, sum nú liggur í løgtinginum, verður samtykt, verður lániheimildin økt. Tá fíggingin er fingin til vega eru verkætlanir, sum eru klárar at fara víðari við.
Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Facebook viðmerkingar