Italienarin í Toftum til minnis

Fyri nógvum árum síðani hoyrdi man millum húsini í Vági, at nú var ein italienari komin til Vágs og hevði búsett seg í Toftum. Hann var fluttur til Vágs saman við Kristinu Vilhelm – Kristinu hjá Levi.

Eg kendi ikki stórvegis til hendan italienaran. Men tá eg bleiv borgarstjóri í januar í 2013, so gekk bara stutt tíð áðrenn eg varð uppringdur og í horninum var ein djúp ensk rødd við italskari dialekt. “Hello this is Gianfranco speaking” – og spurt varð síðani, um eg hevði stundir til eitt kaffiprát.

Hetta gjørdist byrjanin til mong kaffi- og telefonprát millum Gianfranco og meg. Prát um list og týdningin av list í býarrúminum, um list í okkara samtíð og við list sum áminning um okkara uppruna.

Gianfranco hevði eina røð av hugskotum og tankum um hvussu listin kundi knýta bond millum okkara samtíð og okkara uppruna, okkara forfedrar.

Prátini við Gianfranco og vitjaninar heima í Toftum vóru altíð áhugaverdar við vinklum uppá lívsins gerandisdag og sambandi millum fortíð og “morgin dagin”.

Millum mongu hugskotini, sum Gianfranco bar fram á kaffiprátum okkara millum var tankin um at endurskapa søguna um Tofta Regin við standmynd av Tofta Regin og leikinum, sum fór fram á Sandinum í Vági einaferð rundan um ár 1450. Søguna kenna okur í Vági væl og er eitt brot av henni her: https://vagur.fo/news/627/roda-og-myndir-avduking-av-standmynd-av-tofta-regin

Hugskotið um standmynd av Tofta Regin og kostnaðarmeting varð løgd fyri býráðið í 2017 og í 2018 varð standmynd av Tofta Regin avdúkað á Sandinum – og ætlanin var eisini, at hesturin, sum Tofta Regin sleit faksið úr, skuldi fáa eitt pláss á Sandinum. Men soleiðis skuldi tað ikki blíva, nú Gianfranco so brádliga legði árarnar inn.

Gianfranco var ein sera fryntligur og prátingarsamur maður, sum hevði nógvar hugsanir um gerandisdagin í lítla nærumhvørvinum í Vági – og um hvussu list í nógv størri mun átti at spælt ein leiklut í nærumhvørvinum. Og hetta hevði hann so púra rætt í – og vónandi fara okur í framtíðini at taka hesa hugsan til eftirtektar.

Løturnar í práti og samveru við Gianfranco vóru bæði gevandi og eisini stuttligar. Á sumri í 2017 var eitt italsk filmslið í Vági og gjørdi ein dokumenterfilm um Suðuroynna, har Gianfranco sjálvandi hevði ein týðandi leiklut.

Leikstjórin Valter Torri var í Vági saman við filmsliði nakrar vikur summarið í 2017 og gjørdi upptøkur. Eg hjálpti til sum best at knýta sambond og vísa á áhugaverdar søgur. Tann eina dagin møttist okur í Garðatúninum og Gianfranco, sum var við flestu dagarnir, var eisini við. Sólin skein og tað var eitt lítið lot, hitin var kanska eini 10-12 stig. Eg møtti upp í tshirt, Gianfranco í tjúkkum jakka og hálsturriklæði. -Hann hugdi uppá meg og eftir tshirtini og segði við einum smíli: “Come on, this is not Italy”, sipandi til, at hitalagið ikki legði upp til tshirt, men til jakka og hálsturriklæð.

Dokumentarfilmurin “Suðuroy, the island of wind” er her við enskari undirtekst: https://youtu.be/PE0XFVClSCE

Gianfranco búði og hevði tilknýtið til Vág og Føroyar í eini 20-25 ár saman við Kristinu. Listarverk hansara eru sjónlig kring landið, bæði her í Vági og í Suðuroynni annars og eisini í Havn.

Gianfranco hevði so nógv uppá hjarta um list í føroyska gerandisdegnum og í Italia, har hann hevði framsýningar og tilevnaði listarverk til býarrúm og fólk at njóta og hugsa um.

Fyri trimum vikum síðani endaði hansara lívsleið brádliga og tykur, sum sita eftir hann, hava mist ein av tykkara kærastu, ikki minst tú góða Kristina – og nærumhvørvið hevur mist ein kapasitet.

Takk fyri løturnar og kaffiprátið og hvíl í friði góði Gianfranco.

Dennis Holm

Facebook viðmerkingar