Gudmund og Jákup vunnu 9. umfar og Tova og Helgi 10. umfar í sjavs

9. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag varð 14. mars í Húsinum við Á og hetta umfarið vunnu Gudmund Poulsen og Jákup Joensen.

Úrslitið av umfarinum var hetta:

Nr. 1. Gudmund Poulsen og Jákup Joensen, 4 stig hvør
Nr. 2. Jan Hovgaard og Sam Riplay, 3 stig hvør
Nr. 3. Helen Waag og Trúgvi Berg, 2 stig hvør
Nr. 4. Petur Midjord og John Nillsen, 1 stig hvør

10. umfar í sjavskappingini varð spæld 21. mars og tað umfarið vunnu Tova Kjærbo og Helgi Bech.

Úrslitið av umfarinum var hetta:

Nr. 1. Tova Kjærbo og Helgi Bech, 4 stig hvør
Nr. 2. Kathrina Borgardal og Eirik Poulsen, 3 stig hvør
Nr. 3. Helen Waag og Trúgvi Berg, 2 stig hvør
Nr. 4. Eyðálvur Bech og John Bech, 1 stig hvør

Næsta kapping verður aftur komandi ónskvøld kl. 18.30 í Húsinum við Á í Porkeri. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Støðuna í sjavskappingini finnur tú her.

Facebook viðmerkingar