Eitt spennandi starv sum deildarleiðari til Suðuroyrar Ellis- og Røktarheim er leyst at søkja. Starvsbyrjanin er 1. mai 2024 ella eftir nærri avtalu.
Brennur tú fyri eldrarøktini, og ynskir tú eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, har tú sum deildarleiðari fært møguleika at vera við til at menna arbeiðsplássið til gagns fyri øllum á heiminum, so er tað tær vit hava brúk fyri.
Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi hoyrir undir Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy, og er eitt av 4 heimum í oynni. Á heiminum eru 24 búpláss/umlættingarpláss og dagtilboð til heimabúgvandi pensionistar. Á heiminum starvast 40 starvsfólk.
Á heiminum kemur tú at verða í miðdeplinum at samskipa og samskapa rammur fyri einum gerandisdegi, sum er merktur av tryggum og heimligum umhvørvi, fyri húsfólk á heiminum og teimum sum gera brúk at dagtilboðnum. Afturat tí hevur tú ábyrgd av einum starvsliðið, ið fakliga veitir dygdargóða røkt og umsorgan, stimbrar til heilsufremjan, fyribyrging og rehabilitering í einum virknum gerandisdegi.
Vit ynskja ein deildarleiðara sum hevur áræði, tekur initiativ og virkar fyri áhaldandi menning, fakligari dygd og trygd á heiminum. Einum deildarleiðara sum megnar at varðveita yvirlitið og at raðfesta í dagligdegnum, og virkar fyri góðum arbeiðsumhvørvi.
Útbúgving, førleikar og royndir
- Okkara ynskir eru, at umsøkjarin hevur viðkomandi heilsufakliga útbúgving og viðkomandi royndir innan heilsuøkið, tað kann verða ein fyrimunur, at viðkomandi hevur eina útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, royndir, vitan ella útbúgving innan tænastur knýttar at eldraøkinum og góðar leiðsluførleikar.
- Tað er umráðandi, at umsøkjarin er dynamiskur, hevur góðar samstarvseginleikar, er semjusøkjandi, dugir at samskipa og motivera starvsfólkið, skapa jaligar arbeiðsumstøður og hevur góð evni at samstarva við búfólk, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu.
- Góð evni at samskifta í skrift og talu og KT- førleika á brúkarastøði.
- Vit vanta at umsøkjarin hevur ynski um førleikamenning.
Sum leiðari hevur tú ábyrgdina av:
- Dagligu leiðsluni og fakligu ábyrgdina av veittum tænastum á heiminum.
- At stuðla og menna starvsfólkið.
- At samskipa góðar karmar, ið veita tryggar og góðar umstøður, dygdargóða røkt og umsorgan.
Vit kunnu bjóða:
- Eitt sjálvstøðugt, dynamiskt og fjølbroytt starv.
- Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
- Eitt starv við nógvum avbjóðingum.
- Fakliga og persónliga menning.
- Lut í leiðslutoyminum.
Løn og setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag. Deildarleiðarin hevur tilvísing til eindarleiðaran fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy.
Talan er um setanarbrøk 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna.
Umsókn
Umsókn við prógvum, viðmælum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til:
Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy
Att.: Daimi Kjærbo úr Hørg, eindarleiðari
Eiðisvegur 28
FO-900 Vágur
Ella: daimik@bhs.fo og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi tann 22. apríl 2024 kl. 12.00.
Um tað ikki eru nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar til starvið, skilar Bú- og Heimatænastan sær rætt til at søkja av nýggjum, ella ongan at seta.
Um fleiri upplýsingar ynskjast kann ringjast til eindarleiðaran Daimi Kjærbo úr Hørg tlf. 793503.
Facebook viðmerkingar