Í morgin, týsdagin 23. apríl, klokkan 15 verður ein søguløta á bókasavninum, har Finn Johannesen kemur at lesa.
Finn fer at lesa søguna “Mítt botnlív” um ein einsamallan axolotl, sum leitar eftir vinum. Øll eru hjartaliga vælkomin til søguløtu.
Býarbókasavnið skipar fyri hesari søguløtuni í sambandi við, at tað er vika 17. Hesa vikuna varpa bókasøvnini ljós á tey 17 heimsmálini, har tað millum annað verður lagdur dentur á at fara væl við umhvørvinum og lívinum á jørðini.
Søgan “Mítt botnlív” verður lisin upp á bókasøvnum kring landið hesa vikuna – ma. í Gøtu, Nólsoy, Klaksvík, Kvívík, Tórshavn, Vági og Vestmanna
Facebook viðmerkingar