Fyrireikingarnar til kvøldskúlan í heyst 2024 eru í gongd, og okur nýta tí høvið til at gjøgnumganga okra tilboð av kvøldskúlaskeiðum. Um tú hevur neyðugan førleika og ágrýtni til at kveikja okra skeiðsluttakarar, so hesi fáa eina góða og mennandi uppliving, so ynskja okur at frætta frá tær.
Okur hava áhugað í at tosa við møguligar undirvísarar og vegleiða gjarna við at menna nýggj hugskot.
Okur søkja undirvísarar sum eru ágrýtnir og hava námsfrøðiliga og/ella yrkisligar førleikar, sum kunna vera við til at fanga áhugan hjá ungum yvir 15 ár og tilkomnum, bæði fagligt og sosialt.
Starvið, sum undirvísari, er tímalønt sambært lóg um kvøldskúlar.
Undirvísingin á kvøldskúlanum er ikki stýrd av eini lesiætlan, men verður løgd til rættis í samstarv við skeiðsluttakararnar í teimum einstaku skeiðunum. Sum undirvísari er tí ynskiligt, at tú dugur at laga teg eftir umstøðunum og taka støðið í førleikunum hjá tí einstaka luttakaranum. Sum kvøldskúla undirvísari arbeiðir tú nakrir tímar um vikuna, gjarna aftaná vanliga arbeiðstíð. Tað ber tí væl til at sameina kvøldskúlaarbeiði um tú er lesandi, sjálvstøðugur ella hevur annað arbeiði.
Um hetta hevur tín áhugað, kanst tú skriva til: kvoldskulan@vagur.fo.
Tina Grønbech, kvøldskúlaleiðari
Facebook viðmerkingar