Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið 18 spælarar til EfB Elite Cup, sum verður í Esbjerg frá 6. til 11. mai
Seinastu mongu árini hevur U15-landsliðið við dreingjum tikið lut í EfB Elite Cup í Esbjerg í Danmark.
Talan er um eina fótbóltsstevnu, har føroyska liðið fær møguleikan at royna seg ímóti klubbliðum úr Danmark, Noregi, Svøríki og Týsklandi.
Í ár verður stevnan frá 6. til 11. mai, og nú er greitt, hvørjar teir 18 spælararnir eru, ið Jógvan Martin Olsen, høvuðsvenjari, og Jens Erik Rasmussen, hjálparvenjari, hava úttikið.
Hópurin
Carl Christian Codron, B36
Tóki Bárðarson Dahl, B36
Mattias Høgnason Viderø, B36
Sveinur Høgnason Vesturdal, B36
Tobias Thomsen, B68
Aron D. Magnussen, EB/Streymur
Ísakur Peturson Olsen, EB/Streymur
Marius Jónsson, EB/Streymur
Bogi Augustinussen, TB/FCS/Royn
Markus Joensen, TB/FCS/Royn
Jónas Fossabrúgv, HB
Gabriel Højgaard, Hvidovre IF (Danmark)
William Hansen, Hvidovre IF (Danmark)
Emil Poulsson Linklett, KÍ
Andrew Poulsen, KÍ
Rósing Sverrason Toyt, Víkingur
Pætur Sigurdsson Højgaard, Víkingur
Emil Ludvig, Víkingur
Vert er at nevna, at fyri hesar dreingirnir er hetta samstundis fyrstu ferð, at teir fáa møguleikan at umboða Føroyar í landsliðshøpi.
Facebook viðmerkingar