Pinkubarna sálmasangur í Vágs kirkju

Týsdagin 7. mai er pinkubarnasálmasangur aftur í Vágs kirkju, hetta er seinastu ferð á hesum sinnið.

Lív í Baianstovu kemur at syngja og spæla kendar barnasálmar. Sungi verður eisini úr Barnasangbók Føroya. Øll eru vælkomin við, bæði mammur, pápar, ommur og abbar eisini.

Ein drekkamunnur verður aftaná.

Facebook viðmerkingar