TB í hálvfinaluni í Løgmanssteypinum

Í einum sera spennandi dysti í Løgmanssteypinum við Stórá í dag vann TB seg til hálvfinaluna.

Eftir vanliga leiktíð og longda leiktíð var støðan 1-1 og so vóru brotsspark á skránni. TB skoraði 5, meðan B68 skoraði 4 og so var TB víðari til hálvfinaluna í Løgmanssteypinum.

Í hhálvfinaluni møtir TB antin Víking, B36 ella HB.

Facebook viðmerkingar