FM í svimjing í Páls Høll – eisini á netinum

Fríggjamorgun byrjaði FM í svimjing í Páls Høll og hildið verður áfram alt vikuskiftið við innleiðandi kappingum fyrrapartin og finalum seint seinnapartin.

Stevnupartarnir eru:

  1. partur: Fríggjamorgun 10/5 frá kl 09:30 – JM umframt FM innleiðandi riðlar
  2. partur: Fríggjadagur 10/5 frá kl 17:00 – FM finalur
  3. partur: Leygarmorgun frá kl 09:30 – JM umframt FM innleiðandi riðlar
  4. partur: Leygardagur frá kl 17:00 – FM finalur
  5. partur: Sunnumorgun frá kl 08:30 – JM umframt FM innleiðandi riðlar
  6. partur: Sunnudagur frá kl 14:00 – FM finalur

Tilber at fylgja við sum áskoðari í Páls Høll, men tað ber eisini til at fylgja við á netinum, her niðanfyri. Fylgjast kann eisini við úrslitinum her á Swimify

Facebook viðmerkingar