Seinastu vikurnar hava bygdarráðslimir í Fámjins kommunu funnist at tølunum í frágreiðingini um fyrimunir og vansar við samanlegging av Tvøroyrar kommunu, Hvalbiar kommunu og Fámjins kommunu.
Bygdarráðslimirnir í Fámjin hava ført fram, at eldraútreiðslurnar í Fámjins kommunu eru fallandi, meðan hesar eru vaksandi í hinum báðum kommununum. Harumframt hava bygdarráðslimirnir í Fámjin sett spurnartekn við nøkur fíggjarlig tøl í frágreiðingini. Arbeiðsbólkurin metir ikki, at tílíkar atfinningar eiga at standa ósvaraðar.
Tað hevur stóran týdning at gera greitt, at allar greiningar hjá arbeiðsbólkinum byggja á roknskapartøl, umframt tøl frá Hagstovuni og øðrum almennum stovnum. Hesi tøl eru gjølla eftirkannað, og eru ikki skeiv.
Roknskapartøl fyri 2023 eru ikki nýtt í frágreiðingini, tí hesir roknskapir eru enn ikki lidnir.
Fíggingin av eldraøkinum er ein av fremstu avbjóðingunum hjá føroyska samfelagnum í dag. Júst henda avbjóðing hevur fingið nógva rúmd í miðlunum seinastu mánaðirnar, tí Búskaparráðið hevur lagt fram dagførdar haldførisútrokningar fyri føroyska búskapin, sum greitt vísa, júst hvussu stór henda avbjóðing er.
Fámjins kommuna hevur eina av elstu búfjøldunum í landinum. Harumframt hevur fíggingarleisturin á eldraøkinum ikki verið til fyrimunar fyri Fámjins kommunu, tí afturberingin frá landinum hevur verið væl lægri enn útreiðslurnar á eldraøkinum. Tí undrast arbeiðsbólkurin á, at bygdarráðslimirnir í Fámjin ikki tykjast kennast við hesa avbjóðing longur.
Arni Teindal, bygdarráðslimur og skrivari í Fámjins kommunu, vísir í skrivi til arbeiðsbólkin og miðlarnar á, at útreiðslurnar í Fámjin til eldraøkið pr. íbúgva fyri árið 2023 verða lægri enn undanfarin ár, meðan hesar hækka á Tvøroyri og í Hvalba. Arni Teindal kemur við støði í hesum tølum til ta niðurstøðu, at gongdin framyvir verður, at útreiðslurnar í Fámjin fara at falla, meðan útreiðslurnar í hinum báðum kommununum fara at vaksa.
Ein broyting frá einum ári til eitt annað, kann ongantíð flokkast sum ein gongd. Talan er um eina kommunu við einans 77 borgarum, og tá kunnu rættiliga stórar broytingar vera í tølum frá einum ári til eitt annað, sum arbeiðsbólkurin eisini ger vart við í síni frágreiðing.
Útreiðslurnar hjá kommununum til eldraøkið eru eftir talinum av borgarum í kommununi, sum eru 67 ár ella eldri. Smáar broytingar í talinum av borgarum í hesum aldursbólkinum síggjast sera væl aftur í útreiðslutølunum, tá talan er um eina lítla kommunu.
Í sama skrivi vísir Arni Teindal eisini á, hvussu nógvir borgarar í kommununi gerast 67 ár komandi árini. Við støði í hesum tølum, metir hann ikki, at eldraútreiðslurnar hjá Fámjins kommunu gerast høgar komandi árini.
Her vil arbeiðsbólkurin tó vísa á, at sera stórur partur av borgarunum í Fámjin eru í 50-árunum, og hetta hevur við sær, at niðurstøðan hevði verið ein onnur, um Arni Teindal hugdi longur fram í tíð.
Avbjóðingin við at fíggja eldraøkið í Suðuroynni er tvíbýtt. Eins og í restini av landinum, verður búfjøldin eldri, sum merkir, at lutfalsliga fleiri borgarar eru í eldru aldursbólkunum. Í Suðuroynni er tað tó avbjóðingin við fallandi fólkatali, sum ber av øllum, og henda avbjóðing hevur verið serliga sjónlig seinastu árini, tá Føroyar samanlagt hava havt stóra tilflyting av fólki. Ikki ber til at viðgera avbjóðingina við at fíggja eldraøkið í Suðuroynni, uttan eisini at taka støðu til inntøkugrundarlagið hjá kommununum og harvið eisini fólkafráflytingina.
Fólkafráflytingin og broytta aldursbýtið í Fámjins kommunu eru eyðsýnd. Í mars í ár vóru 77 borgarar í Fámjins kommunu. Fara vit einans umleið 10 ár aftur, vóru 100 fólk í bygdini. Hetta sama tíðarskeiðið er fólkatalið í Føroyum vaksið við fleiri enn 6500 fólkum. Eitt fallandi fólkatal hevur, um alt annað er óbroytt, 10. mai 2024 við sær fallandi inntøkur hjá kommununi, og tá verður torførari hjá kommununi at rinda fyri eldraútreiðslurnar. Harumframt skal havast í huga, at parturin av inntøkuni hjá kommununi, sum stavar frá eftirlønarskattinum, eisini er ávirkaður av, hvussu nógvir borgarar eru í aldursbólkinum 67+ ár, og hesa broyting tekur Arni Teindal ikki við í tølunum, sum hann leggur fram. Inntøkurnar pr. borgara frá eftirlønarskattinum eru ein týðandi partur av inntøkugrundarlagnum hjá Fámjins kommunu, og tí eiga hesi tølini eisini at verða tikin við. Arbeiðsbólkurin dugir samanumtikið ikki at síggja, at tølini, sum Arni Teindal leggur fram, benda á, at avbjóðingin við at fíggja eldraøkið verður minni álvarsom komandi árini.
Seinna høvuðspunktið, sum Arni Teindal førir fram í skrivi til arbeiðsbólkin og eisini í miðlunum, er, at arbeiðsbólkurin ikki gevur eina fíggjarliga rættvísa mynd av kommununi. Her vil Arni Teindal vera við, at bólkurin hevur blandað saman útreiðslur og íløgur.
Í frágreiðingini eru útvald fíggjarlig tøl lýst, m.a. er ein talva, ið lýsir, hvat kommunurnar hava brúkt til ymisk økir í 2022. Bæði í talvuni og í tekstinum í frágreiðingini verður víst á, at talan er um samlaðu upphæddina, sum varð nýtt til hesi økir, t.e. bæði útreiðslur og íløgur. Eisini her verður víst á, at tøl fyri smáar kommunur sveiggja sjálvsagt nógv. Hesi tøl eru roknskapartøl, og eru tí gjølla eftirkannað og røtt.
Arni Teindal førir fram, at arbeiðsbólkurin eisini átti at hugt eftir rakstrarúrslitunum, sum hava verið positiv.
Hesum tekur arbeiðsbólkurin ikki undir við. Ein sera stórur partur av inntøkunum hjá kommununum fara til íløgur (hetta sama er galdandi fyri landið), og tí er tað mestsum sjálvsagt, at rakstrarúrslitini vísa eitt avlop.
Roknskapartølini fyri kommunurnar á heimasíðuni hjá Hagstovuni fara aftur til 1993. Øll hesi árini hava hesar tríggjar kommunurnar havt avlop á rakstrinum. Hetta er eisini galdandi fyri Tvøroyrar kommunu, sum nøkur av árunum var fíggjarliga illa fyri. Hyggja vit eftir øllum kommununum í landinum, er tað samanlagt einans 5 ferðir komið fyri, at kommunur ikki hava havt avlop á rakstrinum. Tí metir arbeiðsbólkurin ikki, at hesi tøl eru hvørki avgerandi ella upplýsandi fyri borgarar í hesum trimum kommununum í sambandi við, at hesi skulu taka støðu til eina kommunusamanlegging.
Vísast skal eisini á, at arbeiðsbólkurin heldur ikki hevur tikið ársúrslitini hjá kommununum við í frágreiðingina. Bólkurin hevur eitt nú heldur valt at lýsa gongdina í nettoskuldini pr. íbúgva. Hetta er gjørt fyri tíðarskeiðið 1993-2022 (sí mynd 4 í frágreiðingini), og hesi tøl stava frá Hagstovuni.
Ført hevur verið fram, at frágreiðingin leggur ov stóran dent á skuld. At arbeiðsbólkurin hevur valt at lýsa skuldina í kommununum hevur tó sínar greiðu orsøkir. Mett varð, at spurningurin um skuld kundi fáa avgerandi týdning fyri undirtøkuna fyri eini samanlegging. Hetta er eisini komið fram, tá spurningurin um kommunusamanlegging áður er viðgjørdur. Í frágreiðing frá 2004 frá granskingardeplinum fyri samfelagsmenning varð víst á, at skuldin pr. íbúgva var sera ymisk í kommununum í Suðuroynni. Mett varð í tí frágreiðingini, at ymiska skuldin var ein týðandi forðing fyri samanlegging av kommunum í Suðuroynni.
Henda sama niðurstøðan kom eisini fram í spurnakanning, sum varð løgd fram í somu frágreiðing. Her søgdu svargevar, sum ikki tóku undir við eini samanlegging, at høga skuldin í ávísum kommunum var høvuðsorsøkin til at hesi ikki ynsktu eina kommunu í Suðuroynni. Tí var tað sera týdningarmikið fyri arbeiðsbólkin at gera greitt í frágreiðingini, at hesar tríggjar kommunurnar ikki eru ymiskar í dag, tá tað kemur til skuld, og at hetta tí ikki longur nýtist vera ein forðing fyri eini samanlegging av kommununum.
Arni Teindal vísir á, at Fámjins kommuna hevur gjørt stórar íløgur í teknisk mál seinastu árini. Fámjins kommuna er ein av fáum kommunum í landinum, sum hevur eina spillvatnsskipan, sum lýkur krøvini, og sostatt skulu stórar íløgur gerast í Hvalba og á Tvøroyri komandi árini í eina tílíka skipan. Tvøroyrar kommuna og Hvalbiar kommuna hava tó eisini gjørt stórar íløgur seinastu árini, m.a. í barnagarðar.
Arbeiðsbólkurin hevur ikki tikið støðu til, hvussu skynsamar íløgurnar hjá teimum trimum kommununum 10. mai 2024 seinastu árini hava verið. Tað er ikki uppgávan hjá arbeiðsbólkinum at seta spurnartekn við tær politisku raðfestingarnar, sum eru gjørdar í teimum trimum kommununum.
Tá fráðgreiðingar av slíkum slag verða gjørdar, eru nøkur val og frával. Arbeiðsbólkurin ásannar, at størri dentur kanska kundi verið lagdur á, at lýsa at borgarar í Fámjin ikki verða eins væl umboðaðir í eini samanlagdari kommunu, og at staðbundnar nevndir møguliga ikki bøta um tað.
Arbeiðsbólkurin vil tó afturvísa, at arbeitt hevur verið fram ímóti tí endamáli at mæla til samanlegging.
Arbeiðssetningurin legði upp til, at niðurstøða varð gjørd, og arbeiðsbólkurin metir ikki, at niðurstøðan kann vera ein onnur enn eitt greitt tilmæli um eina samanlegging orsakað av støðuni, sum hesar kommunur og Suðuroyggin sum heild eru í. Arbeiðsbólkurin vísir tó eisini í frágreiðingini á, at ein samanlegging kann ikki standa einsamøll, um gongdin í Suðuroynni skal vendast.
Ein avgerð um at leggja kommunurnar saman er eitt greitt tekin um, at borgararnir viðurkenna tí álvarsomu gongdina, sum hevur verið í Suðuroynni seinastu árini, og ynskja at taka stig til at venda hesi gongdini.
Somuleiðis er hetta eitt greitt tekin um, at borgararnir í hesum kommununum taka haldførisavbjóðingina í stórum álvara og ynskja at raðfesta unga ættarliðið.
Fólkafráflytingin í Fámjin seinastu árini hevur verið ein tann størsta í landinum og búfjøldin er ein tann elsta í landinum. Hetta eru tøl, sum fámjiningar so ella so mugu taka støðu til – uttan mun til, um lagt verður saman við øðrum kommunum ella ikki.
Róin Schrøter, Doris Bjarkhamar, Ólavur Rasmussen, Herit Albinus, Eyðdis Ellendersen og Niels J. Nielsen
Facebook viðmerkingar