Strandferðslan kannar í løtuni, hvussu ið verkfallið ávirkar tænastuna frameftir. Fyrispurningur er sendur til fakfeløgini, ið lýsir ivamálini hjá SSL, men tað er ikki greitt enn, um SSL fær undantøk. Tí ber ikki til í løtuni at siga, hvussu ið tænastan verður komandi dagarnar.
Kunning verður fyrst og fremst løgd út á heimasíðuna hjá SSL, www.ssl.fo.
Broytingar í ferðaætlanunum verða eisini sendar út umvegis sms skipanina og á gula breddan.
Facebook viðmerkingar