Upplatingartíðir hjá Sluppsavninum

Í summar hevur Sluppsavnið opið soleiðis: ónsdag og fríggjadag millum 14.00 og 16.00.

Savnið hevur eina ørgrynnu av gomlum lutum og modellsluppurnar hjá Malle Poul fortelja søguna um tær 9 sluppurnar úr Vági, ið fóru undir 2. heimsbardaga. Í savninum er frásøgufólk, sum kann greiða frá tí, sum savnið hevur frammi.

Sluppsavnið heldur til í Gamla skúla á Vágsvegi 101.

Facebook viðmerkingar