Niðanfyri ber til at lesa jóansøkuskránna í tekstformi. Talgilda skráin við greinum sæst her.
Skráin: Tórsdagin – 20. juni
14.30 : TB/FCS/Royn vs. Víkingur – U15D fótbóltsdystur verður vesturi á Eiðinum.
16.30 : Fótbóltskapping – FC Suðuroy skipar fyri fótbóltskapping fyri U9 gentur og U7 gentur. Kappingin er í Marghøllini.
17.45 : Fótbóltskapping – FC Suðuroy skipar fyri fótbóltskapping fyri U7 dreingir. Kappingin er í Marghøllini.
16.30 : Fótbóltskapping – FC Suðuroy skipar fyri fótbóltskapping fyri U9 dreingir og U11 dreingir. Kappingin er í vesturi á Eiðnum.
17.00 : EM-tjaldið – Í tjaldinum í miðbýnum verður EM-dysturin millum Danmark og Ongland vístur á stórskíggja.
18.00 : Fótbóltskapping – FC Suðuroy skipar fyri fótbóltskapping fyri U11 dreingir. Kappingin er vesturi á Eiðinum.
18.00 : Skúmbað – Á skúlalagnum verður skúmbað til børn. Brandbilurin sprænir skúm á vøllin, so børn og barnsligar sálir kunnu stuttleika sær.
18.30 : Fótbóltskapping – FC Suðuroy skipar fyri fótbóltskapping fyri U13 dreingir. Kappingin er í vesturi á Eiðmum.
19.00 : Fótbóltskapping – FC Suðuroy skipar fyri fótbóltskapping fyri U11 gentur. Kappingin er í Marghøllini.
19.00 : Jóansøkubálið – Við tjaldiåð í miðbýnum verður jóansøkubálið. Røðari er Magnus Pauli West og aftaná røðuna er felagssangur. VB bjóðar kakao og bollar.
20.00 : Bókaframløga – Nansý Sunadóttir leggur fram sítt yrkingarsavn á Caféini á Gørðunum. Dagfinn & Hjalmar spæla nøkur løg.
20.00 : EM-tjaldið – Í tjaldinum í miðbýnum verður EM-dysturin millum Spania og Italia vístur á stórskíggja.
21.00 : EM-fótbóltsquiz – Í meðan EM-dysturin spælir í bakgrundini, so verður EM-fótbóltsquiz í tjaldinum.
—-
Skráin: Fríggjadagin – 21. juni
15.00 : Fótbóltskapping – FC Suðuroy skipar fyri fótbóltskapping fyri Ux. Kappingin er vesturi á Eiðinum.
15.00- 19.00 : Páls Høll – Baðilandið í Vági er opið.
15.00- 17.00 : Ruth Smith Savnið er opið – Síggið forkunnugu listina hjá listakvinnuni Ruth Smith.
15.00- 17.00 : Sluppsavnið er opið – Vitjið savnið hjá fornimmisfelagnum, ið m.a. hevur eina stóra samling av modelsluppum.
17.00 : EM-tjaldið – Í tjaldinum í miðbýnum verður EM-dysturin millum Poland og Eysturríki vístur á stórskíggja.
17.00 : Listaframsýning – Lions Club Suðuroy hevur listaframsýning í ovaru hæddini í Suðuroyar Sparikassa.
17.15 : FC Suðuroy vs. TB – 2. deildar fótbóltsdystur verður vesturi á Eiðinum. Kaffi, matur og drykkir verða til keyps.
17.13 : Talvkapping – Í Miðlatúni skipar Suðuroyar Talvfelag fyri talvkapping.
18.00 : Tivoliið er opið – Skótafelagið Royndin hevur tivolibásar í miðbýnum.
18.00 : Spulidystur – Á keiini tekur Suðuroyar sunnara sløkkilið í móti Suðuroyar norðara sløkkiliðið.
19.00- 24.00 : ActionBoat – Komið við skjóttgangandi RIB-bátinum hjá ActionBoat. Siglt verður frá dráttinum á keiini og á Vágsfirði.
19.00 : Old girls dystur – Vesturi á fótbóltsvøllinum á Eiðinum møtast Old girls liðini hjá FC Suðuroy og Royn.
19.30 : Útimøti – Samkoman Sion hevur útimøti frammanfyri Miðlatún.
20.00 : Old boys dystur – Vesturi á fótbóltsvøllinum á Eiðinum møtast Old girls liðini hjá FC Suðuroy og TB.
20.00 : EM-tjaldið – Í tjaldinum í miðbýnum verður EM-dysturin millum Holland og Frakland vístur á stórskíggja.
21.00 : Syngið við – Í tjaldinum í miðbýnum verður eitt syngið við tiltak. Bergur Gudmundsen og Dagfinn spæla undir.
22.00- 04.00 : Live tónleikur á Hjá Jugga – Spælistaðið Hjá Jugga hevur opið og á midnátt spæla Signar í Homrum og John Johannesen.
22.00 : Útimøti – Frelsurnarherurin hevur útimøti frammanfyri Miðlatún.
24.00- 00.30 : 21KNM í tjaldinum – Á midnátt framføra rappararnir úr 21KNM í tjaldinum í miðbýnum.
—
Skráin: Leygardagin – 22. juni
9.00- 14.00 : Páls Høll – Baðilandið í Vági er opið.
12.00 : Skrúðgonga og setanin – Jóansøkan verður sett á minnisvarðaøkinum. Landstýriskvinnan Sirið Stenberg setur jóansøkuna.
13.00- 17.00 : Vágs kirkja er opin – Vakra kirkjan i Vági er opin fyri vitjandi.
13.00 : Tivoliið hjá Skótunum – Tivolibásarnir hjá Skótunum lata upp. Básarnir standa í miðbýnum.
13.00 : Tatanka spælilandi hjá FCS/VB – Spælilandi hjá FCS/VB letur upp. Á spælilandinum eru hoppiborgir og annað undirhald.
13.00 : FCS/TB/Royn vs. NSÍ – Betri deildar fótbóltsdystur verður vesturi á Eiðinum.
13.00 : Barnaróðurin – Kappróðurin hjá børnum verður á Vágsfirði. Barnaróðurin verður stroymdur.
13.00 : Tjaldið í miðbýnum letur upp – Í stóra tjaldinum ber til at fáa sær okkurt at eta og at drekka.
13.00- 17.00 : Rúsfríurdagur – Frelsurnarherurin hevur bás í miðbýnum, har til ber at fáa ókeypis rúsfríar drykkir.
13.00 : Leikutombola – Í tjaldinum verður stórt leikutombola.
13.00-18.00 : Café BRIM – Kaféin hjá BRIM er opin.
13.00- 16.00 : Andlitsmáling – Í tjaldinum ber til hjá børnum at fáa andlitið málað.
14.00- 18.00 : MC og ellisakfør – Á keiini, millum egningarskúrarnar, standa vøkru ellisakførini í oynni. Eisini verða nógvar forkunnugar motorsúkklur at síggja.
15.00 : Ljómur á ferð – Kirkjukórið Ljómur framførir ymsastaðni í miðbýnum.
15.00- 17.00: Ruth Smith Savnið er opið – Síggið forkunnugu listina hjá listakvinnuni Ruth Smith.
15.00- 17.00 : Sluppsavnið er opið – Vitjið savnið hjá fornimmisfelagnum, ið m.a. hevur eina stóra samling av modelsluppum.
15.00 : Steypahandan – Steypahandanin til barnaróðurin verður á økinum við minnisvarðan.
15.00- 18.00 : Kappróður – Kappróðurin verður á Vágsfirðið. Áskoðarar kunnu fylgja við á Løðhamri, á stórskíggja og á stroymingini hjá KVF.
15.00- 18.00 : Sølubásurin hjá Kappróðrarfelagnum – Vágs Kappróðrarfelag hevur sølubás á kappróðrarøkinum í miðbýnum.
15.00- 20.00 : Listaframsýning – Lions Club Suðuroy hevur listaframsýning í ovaru hæddini í Suðuroyar Sparikassa.
17.00 : EM-tjaldið – Í tjaldinum í miðbýnum verður EM-dysturin millum Turkaland og Portogal vístur á stórskíggja.
17.45 : Steypahandan – Eftir kappróðurin verður steypahandan fyri vinnandi bátunum. Steypahandanin verður á økinum við minnisvarðan.
18.00 : FC Suðuroy vs. NSÍ – 1. deildar fótbóltsdystur verður vesturi á Eiðinum. Í hálvleikinum verður tennisbólta-kapping, har møguleiki er at vinna gávukort frá Atlantic Airways
18.00 : Havsvimjing – Eftir kappróðurin, verður skipað fyri havsvimjing. Svomið verður frá Rock Trawldoors til Páls Høll.
18.00- 24.00 : ActionBoat – Komið við skjóttgangandi RIB-bátinum hjá ActionBoat. Siglt verður frá dráttinum á keiini og á Vágsfirði.
20.00 : EM-tjaldið – Í tjaldinum í miðbýnum verður EM-dysturin millum Belgia og Rumenia vístur á stórskíggja.
20.00- 04.00 : Hjá Jugga er opið – Skeinkistaðið Hjá Jugga er opið.
20.00- 21.00 : Útimøti – Frelsurnarherurin hevur útimøti frammanfyri Miðlatún.
21.00 : Útimøti – Brøðrarsamkoman Bethel hevur útimøti á økinum við Bethel.
22.00 : Jóansøkurøðan, felagssangur og føroyskur dansur
Pál V. Joensen førir fram røðu uttanfyri Miðlatún. Eftir jóansøkurøðuna verður felagssangur. Sigrid Kjærbech stílar fyri og Bergur Gudmundsen, Hilmar í Lagabø og Dagfinn Olsen spæla undir. Dansifelagið Jómsvíkingar skipa fyri føroyskum dansi í tjaldinum í miðbýnum eftir felagssangin.
23.30- 04.00 : Jóansøkukonsertin
Á gamla skúlalagnum (økið við Gamla skúla) verður jóansøkukonsertin. Hjalmar og Dagfinn við bólki byrja konsertina kl. 23.30. Kl. 00.30 fara Vágaverk á pallin og kl. 01.30 framføra Frændur. Páll Finnur Páll fara á pallin 02.30.
—
Skráin: Sunnudagin – 23. juni
11.00 : Gudstænasta – Útvarpsgudstænasta í Vàgs kirkju við Patrick Conway de Neergaard. Kirkjukórið Ljómur syngur.
13.00 : Tivoliið hjá Skótunum – Tivolibásarnir hjá Skótunum lata upp. Básarnir standa í miðbýnum.
13.00 : Tatanka spælilandi hjá FCS/VB – Spælilandi hjá FCS/VB letur upp. Á spælilandinum eru hoppiborgir og annað undirhald.
13.00- 17.00 : Vágs kirkja er opin við frásøgufólkið – Vakra kirkjan i Vági er opin fyri vitjandi. Kl. 15.00 verður frásøgufólk í kirkjuni, ið greiðir frá um kirkjuna og um lutirnir í kirkjuni.
13.00- 16.00 : Andlitsmáling – Í tjaldinum ber til hjá børnum at fáa andlitið málað.
14.00- 17.00 : Páls Høll – Baðilandið í Vági er opið.
15.00 : FC Suðuroy vs. ÍF – U16G fótsdystur verður vesturi á Eiðnum.
15.00 : Tjaldið í miðbýnum letur upp – Í stóra tjaldinum ber til at fáa sær okkurt at eta og drekka.
15.00 : Angela og Hannibal – Barnaundirhald frammanfyri SEV-húsið við Angelu og Hannibal.
15.00 : Gerandishetjur – Á parkeringsøkinum frammanfyri Suðuroyar Sparikassa vitja løgreglan, sjúkraflutnings-tænastan, sløkkiliðið og bjargingarfelagið.
15.00- 17.00 : Ruth Smith Savnið er opið – Síggið forkunnugu listina hjá listakvinnuni Ruth Smith.
15.00- 17.00 : Sluppsavnið er opið – Vitjið savnið hjá fornimmisfelagnum, ið m.a. hevur eina stóra samling av modelsluppum.
15.00- 22.00 : ActionBoat – Komið við skjóttgangandi RIB-bátinum hjá ActionBoat. Siglt verður frá dráttinum á keiini og á Vágsfirði.
15.00- 20.00 : Listaframsýning – Lions Club Suðuroy hevur listaframsýning í ovaru hæddini í Suðuroyar Sparikassa.
17.00 : Bókaframløga “Tær góvu lív” – Rigmor Dam leggur fram nýggju bókina “Tær góvu lív” á Caféini á Gørðunum.
18.00 : Syngið við – Í Frelsurnarherinum verður skipað fyri “syngið við” tiltakið.
20.00- 04.00 : Livandi tónleikur á Hjá Jugga – Spælistaðið Hjá Jugga hevur opið og kl. 23.00 spæla Hjalmar og Dagfinn.
20.00 : EM-tjaldið – Í tjaldinum í miðbýnum verður EM-dysturin millum Sveis og Týskland vístur á stórskíggja.
20.00 : Lokalt jam í tjaldinum – Í tjaldinum í miðbýnum verður tónleikatiltak við lokalum tónleikarum.
21.00 : Útimøti – Brøðrarsamkoman Bethel hevur útimøti á økinum við Bethel.
Facebook viðmerkingar