Mynd: Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum og japanski varauttanríkisráðharrin, Kytoto Tsuji (Ministry of Foreign Affairs of Japan)
Í hesum døgum er landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum á vitjan í Tokyo, Japan.
Samstarvið millum Føroyar og Japan byggir á eina samstarvsyvirlýsing, sum londini undirritaðu í 2022, við tí endamáli at skipa ein formligan karm fyri samstarvið á handilsøkinum, umframt innan gransking, mentan og útbúgving o.a.
Í gjár var m.a. ein fundur við japanska varauttanríkisráðharran, Kyoto Tsuji, har møguleikar fyri styrktum samstarvi á fleiri økjum vórðu umrøddir. Eisini helt landsstýrismaðurin ein fyrilestur um Føroyar á Ocean Policy Research Institute, ein granskingarstovnur undir Sasakawa Peace Foundation.
Dagurin endaði í besta hondbóltsanda, tá Føroyar vunnu 29-30 ímóti Japan í einum vinardysti. Japanska Prinsessan Takamado, sum somuleiðis er heiðursforkvinna fyri japanska hondbóltssambandið, var hugtikin av flotta avrikinum hjá landsliðnum og ynskti teimum hjartaliga tillukku við sigrinum.
Á skránni fyri næstu dagarnar er m.a. ein fundur við vara fiskimálaráðharran, Shouji Maitachi.
Facebook viðmerkingar