Starv eindarleiðari í Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy

Talan er um eitt farloyvisstarv frá 16. september 2024 til 14. mars 2025.

Vit bjóða eitt spennandi starv, har tú hvønn dag ger mun, og skapar úrslit saman við dugnaligum starvsfólkum.

Starvið sum eindarleiðari er eitt avbjóðandi starv, við stórari ábyrgd og týðandi uppgávum. Viðkomandi sum settur verður skal kunna fevna breitt, hava yvirlit, duga at leiða, skapa trivna, úrslit og vera nýskapandi og framtakshugað/ur.

Virkisøkið

Okkara dugnaligu starvsfólk á øllum økjum, herundir Suðuroyar Ellis- og Røktarheim, Heimið Hamragarður, Sambýlið í Hvalba og Sambýlið í Vági, dagtilhaldini í sunnari og norðari helvt, heimatænastan í økinum ið er samansett av heimasjúkrarøktarfr., heilsurøktarum, heimahjálpum, visitator, fyrioterapeutum og ergoterapeutum.

Kjarnuuppgávan

Røkt

Viðgerð

Heilsustimbran

Fyribyrging og rehabilitering

Leiðsluuppgávurnar

At samskapa og samskipa tænastur og tilboð innan BHS

At skipa og menna eindina

At menna og effektivisera arbeiðsgongdir og mannagongdir

At tryggja dygd, yrkisførleika, trivnað og eitt lærandi og mennandi arbeiðsumhvørvið

At arbeiða við førleikamenning

At arbeiða sambært málsetninginum fyri stovnin

Útbúgving/førleikar

Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur eru eitt krav.

Starvsroyndir innan eldraøkið er ein fyrimunur. Eisini er tað ein fyrimunur um viðkomandi hevur eftirútbúgving og/ella royndir? innan leiðslu, hevur kunnleika og áhuga fyri leiðslu og fyrisiting.

Neyðugt er at hava telduførleika á brúkarastøði og evni at seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum.

Setanar- og lønarviðurskiftir

Eindarleiðarin vísir til stjóran í Bú- og Heimatænastuni. Starvið er fulla tíð. Starvsstaðurin er í hølunum hjá fyrisitingini. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn

Umsókn við prógvum, lívsrensl og viðkomandi skjølum skal sendast til: Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy, Vágsvegur 22, FO-900 Vágur ella til teldupostadressuna: bhs@bhs.fo Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 3. sep. 2024 kl. 12.00.

Fleiri upplýsingar

Ynskir tú fleiri upplýsingar um Bú- og Heimatænastuna og starvið, vísa vit til Daimi Kjærbo úr Hørg, eindarleiðara, á telefon 793503.

Um Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy.

Bú- og Heimatænastan er skipað interkommunalt. Ovasta leiðslan í BHS er eitt stýri. Tænasturnar eru skipaðar eftir lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m. Í løtuni starvast umleið 150 fólk hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy. Aðalmálið hjá BHS er at tryggja, at allir borgarar, ið koma í samband við BHS, fáa skjóta og fakliga væl grundaða tænastu við atliti at heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering.

Borgarar fáa samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka, og sum eisini ger tað gjørligt at verða heima sum longst. Tænasturnar kunnu vera heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð, fyribyrgjandi rørsluvenjingar og fyribyrgjandi heimavitjanir til borgarar yvir 75 ár. Harumframt eru 69 búð- og umlættingarpláss í Bú- og Heimatænastuni.

Facebook viðmerkingar