Eg havi fingið viðkomandi viðmerkingar frá fólki, í samband við lesarabræv mítt fyrradagin, um eygnadeildina á okkara Landssjúkrahúsið.
Fólk eru í døpurhuga um bíðitíð og mannagongdir.
Dugnin til borgarar, ið eygnadeildin veitir, tykist óneyðuga avmarkaður og kvalitativt afturúrsigldur, tá talan er um at skifta linsur í eygunum hjá fólk.
Eygnadeilin ger skurðviðgerðirnar og velur at bíleggja standard linsur uttanífrá til tann einstaka, eftir máti (mono-fokalar) – hóast hesar ikki geva fulla og bestu nyttu.
Eygnadeildin kundi í staðin valt at gera málrættaða bílegging av linsum uttanífrá, framvegis eftir mátið, ið sampakkar neyva tørvin hjá tí einstaka (multifokalar og um neyðugt toriskar linsur).
Í londum kring okkum veita almennu sjúkrahúsini hesa dygdargóðu tænastu – okkara hevur frávalt at veita hesa.
Fleiri og fleiri privatar klinikkir eru eisini, ið veita eina munandi dyggari tænastu enn okkara eygnadeild.
– Skjóta tilgongd við ísetan av dygdargóðum linsum, sum nøkta tørvin hjá tí einstaka:
Multifokalar linsur (vanliga við trimum fokus; fjar, mið og nær) – Hetta velur okkara eygnadeild frá.
Rættan av bygningsfeili (thoriskar linsur) – Hetta velur okkara eygnadeild frá.
Bæði eyguni í eini tilgongd – Hetta velur okkara eygnadeild frá.
Nærum eingin bíðitíð – Hjá okkum er LONG bíðitíð, meir enn eitt ár fyri hvørt eyga.
Lítil munur er á at skurðviðgera bæði eyguni í somu tilgongd, so sum klinikkir uttanlands gera og hava gjørt leingi.
Við slíkari mannagongd kann bíðitíðin hjá okkum helst styttast við umleið eini helvt (40 – 50%).
Tilgongd við versnandi sjón, trega og niðursettari lívsgóðsku í langari bíðitíð er alt annað enn hugaligt – og átti ikki at komið fyri.
Hví skula fólk partú ígjøgnum henda óneyðuga tregan, áðrenn tey sleppa framat hjá okkara almenna Føroyska eygnalækna?
Hugsa tær fyrimunin, lættan og gleðina at kunna sloppið framat skjótt, ella í hvussu so er, áðrenn trupulleikin gerst darvandi – eyguni eru hóast alt ein sera týdningarmikil sansur.
Effektiviteturin hjá øðrum klinikkum tykist munandi betri – “eins zwei drei”, so er avgreitt og hjálpin veitt – til bæði eygu.
Higartil havi eg bert hoyrt um nøgdsemi frá fólki – tey lata sera væl at tilgongd og úrslitið.
Hvørjar eru visiónirnar hjá okkara eygnadeild?
Hví velur eygnadeildin hjá okkum ikki at dagføra og betra tænastuna?
Í hesum førið er skurðviðgerin tann sama, sum eygnadeildin ger frammanundan – kvalitetsmunurin eru linsur og skjót tilgongd.
Hervið áheitan um at nýta høvi at avgreiða “ein skjótt syftan seið”.
Tórshavn, tann 28. august 2024
Andrass Skaalum
Facebook viðmerkingar