Landsstýriskvinnan hevur eitt uppskot til kunngerð í hoyring, sum forðar øllum skjóttgangandi bátum, sum sigla 500 metrar úr landi. Eg haldi, at tað er ivasamt, um Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, hevur heimild til hetta. Orsøkin er, at kunngerðin er grundað á eini lóg, sum hevði eitt heilt annað høvuðsendamál.
Í løtuni er ein kunngerð til hoyringar, sum snýr seg um at víðka friðinginga fyri skóttgangandi bátar frá ramsarøkjunum (sum er Mykines, Skúvoy og Nólsoy) til at fevna um allar Føroyar.
Talan er um bátar, sum eru út til 500 metrar úr landi. Eitt víðfevnt átak, har tað er ivasamt, um Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, yvirhøvur hevur heimild at gera hesa kunngerð.
Orsøkin til, at tað møguliga ikki er heimild til tað, er, at lógin, sum kunngerðin er grundað á, er §20 í “Løgtingslóg um verju av havumhvørvinum”. Ein lóg, sum varð gjørd í sambandi við, um nú ein møgulig oljuútvinning á føroyskum øki fór at taka seg upp. Tað var høvuðsendamálið – og snúði hon seg ikki um skjóttgangandi bátar.
Tá hendan lógin var fyri í Tinginum í 2005, hoyrdist í viðgerðini av málinum, at tað mestum bara varð tosað og viðgjørt um ávirkanir frá eini komandi oljuvinnu.
Síðani tá er ásetingin blivið tambað meira og meira út – og er farin at snúgva seg um ymiskt annað, sum upprunaliga ikki var høvuðsendamálið.
Í 2017 varð heimildin brúkt at avmarka siglingina kring Mykines, Skúvoy og Nósloy – tey sokallaðu ramsarøkini. Tá varð avmarkað, hvussu skjótt bátar skulu kundu sigla, sum eru nærri enn 500 metrar úr landi.
Nú verður áetingin enn meira tambað. Tí brádliga gerst hon ein heimild sum loyvir landsstýriskvinnuni at lýsa hesa friðingina fyri ALLAR Føroyar.
Fleiri ivamál eru – og tískil hevur undirritaði sett landsstýriskvinnuni hesar spurningar:
- Er kunngerðin grundað á røttu lógarheimildina?
- Hvat er sum heild fuglafrøðiliga/vísundaliga grundarlagið fyri átøkunum í kunngerðini?
- Er tað einans ferð – og ikki onnur viðurskifti og umstøður – s.s. nøgdin av bátum, sum ger seg inn á fuglalívið?
- Hvørja ávirkan hava so víðfevndar friðingar fyri tey, sum hava vinnuligt virksemi við ferðafólkum?
- Ætlar landsstýriskvinnan at leggja so víttfevnandi friðingar fyri Løgtingið, áðrenn tær verða settar í verk.
Eftir mínum tykki eigur landsstýriskvinnan at koma í Tingið við hesum málinum, soleiðis at hetta verður viðgjørt og lýst. Eingin ivi eigur at vera um heimild og rættleikan í tí, sum verður sett í verk.
Árni Skaale, tingmaður fyri Fólkaflokkin
Facebook viðmerkingar