1. september búðu 54.679 fólk í Føroyum. Tað eru 303 fleiri enn 1. september í fjør. Vøksturin er 0,6%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 0,9%.
Flestu flytingar millum Føroyar og útlond eru í juni, juli og august. Fleiri flyta til Føroyar um summarið umframt at fleiri flyta av landinum, millum annað í lestrarørindum. Hetta sæst aftur í fólkatalinum soleiðis, at tað fyrst veksur meiri enn vanligt fram móti august og síðani minkar aftur.
Facebook viðmerkingar