Kommunuval 2024
Góðu vágbingar
Eg bjóði meg fram í kommunala arbeiðnum, tí eg ynski at gera mun í nærumhvørvinum og tí mær dámar væl at tæna borgarum, at lurta eftir tørvinum og gera mítt til, at rødd borgarans verður hoyrd. Tað hevur alstóran týdning, at Vágur verður ein væl rikin og vælvirkandi kommuna, har trivnaður er í hásæti. Til tað havi eg fleiri hugskot og vil fegin seta mín dám á tað arbeiði, sum skal gerast, viðlíkahaldast, herundir viðurskifti, ið ikki eru nøktandi ella sum mangla raðfesting. Eg fari at arbeiða fyri, at kommunan og borgarin eru í einum tøttum samstarvi og at alt kommunualt arbeiði verður raðfest.
Tey hjartamálini, ið eg serliga ynski at arbeiða fyri og raðfesta, eru m.o.:
o Barna- og ungdómsøkið
- Børnini og tey ungu eru okkara framtíð og skulu hava allar bestu umstøður til trivnað og menning. Tí fari eg at raðfesta umstøðurnar sum heild hjá teim ungu, børnum og starvsfólki.
o Skúlaviðurskifti
- Í skúlanum skulu øll børn hava bestu umstøður at trívast og mennast. Kommunan skal stuðla og ganga á odda við verkætlanum, sum stimbra undir trivnað og menning. Stuðlast skulu átøk, sum fyribyrgja happing, mistrivnað og skúlaaftran.
- Raðfestast skal at endurnýggja skúlan innan og uttandurað økið við.
o Eldraøkið
- Eldru borgarar, sum mangla røktarheimspláss, skulu tryggast pláss í framtíðini. Tað skal vera gott at vera gamal í Vági og fleiri góð tilboð skulu standa í boði til eldra ættarliðið, sum búgva heima og hava brúk fyri umsorgan og hjálp.
- Fleiri góð sosial tiltøk eru og hesi skulu halda fram og stuðlast.
o Trivnaður og fólkavøkstur
- Arbeiðast skal fyri, at Vágur er eitt áhugavert stað at flyta til og seta búgv.
- Vit hava fleiri økir runt um í bygdini, sum leggja upp til trivnað og at samlast sosialt. Hesi øki skulufríðkast og røkjast.
- Vágs býráð skal ganga á odda og stuðla við trivnaðartiltøkum og átøkum, stuðla ítrótti, skótum og øðrum ungdómsarbeiði.
- Býráðið skal arbeiða fyri, at karmarnir og umstøðurnar hjá kvinnum, sum skulu føða børn í Havn, betrast munandi.
- Atlit skulu takast í øllum viðurskiftum til borgarar, ið bera brek.
o Bústaðarmøguleikar
- Arbeiðast skal við fjølbroyttum bústaðarmøguleikum.
o Vinnan, handils- og ferðavinna
- Vágs kommuna skal stuðla handils- og vinnulívinum í Vági, bjóða inn til tætt samstarv og ganga á odda og stuðla, tá umræður nýhugsan og framburð. Ferðavinnumøguleikar skulu stuðlast og mennast.
o Fleiri grundleggjandi tænastur til Vágs – Suðuroynna
- Kommunan skal arbeiða fyri, at fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum fáa betri møguleikar fyri viðgerð í oynni.
o Grundleggjandi viðurskifti í kommununi
- Kloakkviðurskiftini skulu fáast í rættlag beinanvegin.
- Vegir, gongubreytir, gøtur og ljós skulu viðlíkahaldast.
- Vetrarfriðing skal fremjast.
o Trivnaður og faklig menning á breddan innan øll øki í kommununi
- Kommunan skal gera trivnaðarkanningar so vit vita, um starvsfólk trívast, eru nøgd og fáa ment sínar førleikar.
Eg kundi hildið fram, men fari at útgreina hetta meiri í komandi tíðum 😊
Jónleyg Olivia Finnsdóttir – valevni á Lista E
Facebook viðmerkingar