Vágur hevur hópin av frítíðar- og mentanartilboðum, sum nógvar dugnaligar og sjálvbodnar eldsálir ár eftir ár taka hendur samanum, fyri at bera hesi tiltøk á mál. Hesa sterku felagsskapskensluna eiga vit sum kommuna og borgarir, at standa saman um, tí hetta er eitt av eyðkennunum fyri okkara bygd.
Um eg verið valdur, so kemur tað avgjørt at síggjast aftur tey komandi 4 árini, at eg havi størstu virðing fyri øllum borgarum í okkara kommunu. Okur, sum politikarir, skulu verða sjónligir og tilstaðar øll tey 4 árini, ið ein seta varar – og ikki bert, tá ið tað stundar til val.
Eg vil tí syrgja fyri, at kommunan í gerandisdegnum kemur tættari okkara borgarum – og er í eygnahædd við borgaran. Hetta fari eg at gera á tann hátt, at borgarin altíð fær eitt skjótt, hjálpandi og virðiligt svar.
Eg vil, at politikarnir, umsitingin og leiðararnir í kommununi nakrar ferðir árliga hava opið hús, har borgarin er vælkomin inn at hitta tey, sum mynda Vágs Kommunu. Á hesum døgunum kunnu borgarnir koma við teirra hjartasuffum, hugskotum til betran av viðurskiftum, spyrja inn til mál ella bert njóta ein góðan kaffimun saman við øðrum borgarum.
Borgarin er Vágs Kommuna og Vágs Kommuna er borgarin, tí skal borgarin verða tikin við uppá ráð í viðurskiftum, har hesi kunna hava ávirkan á okkara borgarar.
Tænasturnar hjá borgarum í Vágs Kommunu, skulu verða á jøvnum føti við aðrar borgarar í Føroyum. Eins og við tænastum, so skulu okkara borgarar eisini hava somu umstøður og fyritreytir eins og restin av føroya fólki. Hetta skulu vit gera, við at minna okkara landspolitikkarar á okkara umstøður allatíðina.
Eg vil, at allir 9 býráðslimirnir í Vágs Kommunu skipa seg í eina samgongu og vilja arbeiða uppbyggjandi fyri borgarunum í Vágs Kommunu.
Lat okkum standa saman um Vág – Felagsskapur, nýskapan og vøksturArni D. Brattaberg, valevnið á lista E
Facebook viðmerkingar