Góðu vágbingar;
Eftir fleiri áheitanir um at stilla upp til býráðsvalið á lista E, havi eg tikið av. Hóast komin nakað til árs, helt eg tað var stuttligt at royna nakað ein aldri hevur roynt áður. Havi verið formaður í Kappróðrarfelagnum og Jómsvíkingum, eri formaður í Undirhúsinum, havi sitið í Róðrarsambandinum og havi verið við til at eyðmerkt staðarnøvnini í Vági.
Síðani ein var heilt ungur hevur ein umboða bygdina í fleiri felagsskapum, tað verði seg fótbólti, hondbólti, kappróðri, jóansøkunevndum, grindabátunum og føroyskum dansi. Haraftrat var ein eisini skóti. Havi arbeitt sum lærari og 1.lærari í mong ár.
Tað eru nøkur grundleggjand økir í eini bygd ella býi, sum mugu hava topp raðfesting. Skúlin, barnagarðsøkið og sum tað týdningarmesta ellisheimini. Eisini vegirnir mugu haldast, serliga treingir Fossavegur og Eiðisvegur at asfalterast.
Býráðslimir fyri Vágs kommunu skulu hava stórar visjónir og vera meira framsøknir – bæði vinnuliga, mentanarliga og á trivnaðarliga økinum. Skúlabørnini verða færri, sama við barnagarðsbørnunum, býurin minkar, so her skal sterkur lútur til at venda gongdini.
Vinnuliga eru vit sera illa fyri, okum tørva fleiri vinnu møguleikar, stórheitstíðin tá fjørðurin var fullur skipum, kaiin full av fiski og sildatunnum er av. Hetta er ein farin tíð. Tí er tað sera gott at Bakkafrost virkar á kai-økinum, men har kundi veri enn meira.
Vágs kommuna skal ikki seta arbeiði í gongd, men má vera eina virðuligur viðspælari. Gamla “Suðurfisk” líkist meira og meira einum spøkilsishúsið. Har átti at verði fleiri møguleikar at ment onkra vinnu. Gott teir gomlu ikki vita, at fiskur ikki verður landaður á Vágs kai longur, útróðrarbátar mugu land aðrastaðis. Her er okkurt spinnandi galið. Her má og skal finnast ein loysn.
Varðveitslan av søgu og mentan skal virðismetast og raðfestast! Mentan og søga er nakað sum liggur mær nær. Um eg verði valdur, vil eg virka fyri, at vit í nógv størri mun varðveita okkara býarsøgu, heldur enn at niðurlaga hana. Vit eiga at virðismeta mentanarliga og søguliga arvin.
Søvnini bæði, Ruth- og Sluppsavnið, átti at fingið betri hølisviðurskifti. Serliga Ruth-savnið tørvar plásss til mongu myndirnar, sum ikki kunnu heingjast upp vegna veggjapláss. Gamli skúli er heldur ikki gjørdur til at rúma slíkari myndaframsýning hjá tílíkari mentakvinnu. Eingin í rullustóli hevur ein livandi møguleika at koma upp gjøgnum hasar brøttu trappurnar. Hugsast má eisini um inni-klimaði, sum ikki er gott fyri myndirnar og so er tað brand trygdin.
Tað er alneyðugt at menna fjølbroyttari bústaðarmøguleikar, so at tað verður lættari at seta føtur undir egið borðl.
Í Vági er gott at búgva. Her er okkurt til øll, tað er ikki neyðugt at keða eg, men tað krevst, at ein reisir seg upp av sofuni og møtir upp til okkurt. Ungdómurin hevur tað gott í Vági, somuleiðis liva tey flestu gomlu í tryggum umhvørvið heima og har skulu tey verða sum longst, líka til ein noyðast á Ellisheim, tá er tað sum at vinna í Gekkinum at sleppa inn. Ellisheimið ella Eldrabýlið má byggjast út, tí søgan um vágskonuna, ið endaði í Hvalba má ikki endurtaka seg.
Tey mongu ár í teim ymsu nevndum í heimbygdini vísir, at ein er vanur at virka í felagsskapi við onnur, tí varð tikið av at stilla upp. Hugsaði eisini, at gott var hjá teim yngru, at hava ein millum sín, ið kann umboða eldra ættarliðið. Her verða jú fleiri og fleiri eldri í bygdini, tey mangla eina rødd. Fari í fyrstu atløgu at nevna nøkur mál, ið kundi verði áhugavert at arbeitt fyri:
1. Gera tað freistandi hjá sterkum fyritøkum at koma til Vágs.
2. Eldraøkið kann í fyrstu atløgu betrast við at keypa eini stór rúmlig sethús í Vági at taka til, tá ið bíðast má at sleppa inn.
3. Fáa bygt fleiri íbúðir.
4. Virka fyri at eingin meiriluti og eingin andstøða er í Vágs býráð, okur mugu tosa saman og lyfta í felag.
5. Virka fyri at børn upp til 15 ár fáa eitt frí-kort, so øll hava ráð at vera limir í einhvørjum felagsskapi í Vági.
6. Eitt høli á kai-økinum til eldru sjómenn, útróðrarmenn og onnur at hittast til eitt kaffi-prát
7. Gera parkeringspláss kring Jómsborg. Har fyriliggur longu ein gomul avtala við Vágs býráð. Tað er umráðandi at fáa bilarnar av vegnum, tá ið tiltøk eru í húsinum
8. Tryggari umstøður hjá søvnunum, haraftrat betri atkomuligheit til serliga Ruth-savnið fyri fólk, ið bera brek.
Arnfinnur Hjelm Bjarkhamar.
Valevni á lista E.
Facebook viðmerkingar