Hvørjum arbeiðir kommunan við?

Hvørjar raðfestingar standa fyri framman, og hvat er nýtt í Vágs Kommunu? Hevur tú nakrantíð hugsað um, hvat fer fram á býráðsfundum, men ikki funnið tær tíð at leita fram fundarfrásagnir á heimasíðuni? Fundarsamandráttir eru atkomuligir, men tað hevði verið gagnligt við eini lættari og meira umfevnandi loysn.

Eg vildi fegin sæð ein kunningarportal, sum lættliga kann nýtast á kommunalum heimasíðum og sosialum miðlum, so borgarar kunnu fylgja við í øllum arbeiðinum í kommununi. Hetta hevði gjørt, at kommunan kundi komið tættari borgaranum – og borgarin nærri kommununi.

Flestu av okkum eru á sosialum miðlum dagliga, so hví ikki kommunan eisini? Við eini slíkari kunningarskipan kundi kommunan lættari deilt upplýsingar um komandi tiltøk, greitt frá verkætlanum og spurt íbúgvarnar um teirra meining. Hetta hevði ikki bara tryggjað betri samskifti, men eisini givið íbúgvunum størri ávirkan á menningina av bygdini. Ein slík samskiftislinja kundi eisini styrkt sambandið og bygt álit millum kommununa og borgararnar – ein tryggur vegur til eitt livandi og inkluderandi lokalsamfelag.

𝐔𝐧𝐧 𝐌𝐢𝐜𝐡𝐞𝐥𝐬𝐞𝐧 𝐋𝐢𝐬𝐭𝐢 𝐄

Facebook viðmerkingar