Vágur hevur mangan gingið undan, tá ið tað kemur til framburð og vinnulív. Eitt sterkt vinnulív her á staðnum er fortreytin fyri, at vit ið her búgva kunnu liva trygt og gott. Inntøkan hjá eini kommunu er skatturin hesi starvsfólk rinda, umframt skatturin, sum fyritøkan sjálv rindar eins og aðrar minni afturberingar frá landinum. Kommunan kann ikki sjálv vera aktivur partur av vinnulívinum, men kommunan skal verða ein avgerðandi viðleikari við at hjálpa og stimbra vinnulívi, tá á stendur. Eg havi sjálvur verið partur av vinnulívinum í Vági ígjøgnum 20 ár og eri tað enn. Tað er mangan tungt og strævi, tá ið mótbrekkan gerst ov brøtt. Tá er gott at hava ein felagsskap rundan um seg at sparra við.
Miðlatún hevur skipað fyri tiltøkum innan samstarv millum fyritøkurnar í Vági, sum eg haldi er sera gott. Hetta arbeiðið skal halda framm og útbyggjast, soleiðis at vit saman kunnu fáa eitt enn sterkari vinnulív. Við nýskapan og samstarvi kunnu vit bjóða okkum fram til enn størri uppgávur og eigur kommunan sjálvandi at ganga á odda í einum slíkum samstarvi. “Vinnan á vitjan” er eisini eitt framúr væleydnað tiltak hjá Miðlatúni, sum vónandi vil føra við sær, at ungdómurin sær møguleikar í at nema sær útbúgving og velja Suðuroy sum teirra komandi bústað.
Vinnulív – serliga tað lokala – hevur altíð staðið mær nær og er eftir mínum tykki ein fortreyt fyri at kunna virka og búleikast á hesum stað. Eg trúgvi uppá eitt sterkt vinnulív í Vági og vil arbeiða fyri at vinnan kann mennast enn meira og økja um sín starvsfólkahóp til frama fyri Vágsbygd.
Arni D. Brattaberg, valevnið á lista E
Facebook viðmerkingar