Eftir áheitan havi eg gjørt av at stilla upp til komandi býráðsval, og síggi eg hetta sum ein spennandi møguleika at vera við til at menna Vág.
Eg havi nógvar royndir og vitan um børn og ung, gjøgnum mítt arbeiði í barnavernd og sum leiðari í barnagarði, og frítíðarskúla.
Eg havi fleiri hjartamál íð eg ynski at arbeiða við, og eitt tað fremsta er, at Vágur skal verða eitt gott stað fyri allar aldursbólkar at virka og liva í.
Eg fari komandi tíðina at deila mínar hugsjónir og ítøkiligu uppskot, og vóni eg at fáa tykkara stuðul hesum viðvíkjandi.
Eg havi valt at leggja hesa greinina út sum mítt fyrsta mál.
Ein íløga í framtíðina
Ein sterk framtíð byrjar við einum sterkum skúla.
Okkara skúli, við sínum eldra bygningi frá 1951 og útbyggingini frá 1979, hevur verið ein grundarsteinur í menningini í ára tíggju, og í dag
húsar hann framvegis 230 næmingum frá 1. til 10. flokk
Hóast skúlin hevur verið ein týðandi partur av okkara samfelag, so er tað týðiligt, at vit noyðast at gera eina íløgu í hann soleiðis, at hann framvegis kann tæna hesum endamálið. Okkara børn hava uppiborið umstøður, sum ikki bert endurspegla nútíðar krøv, men sum eisini fyrireika tey uppá framtíðar avbjóðingar. Við at nútíðmansgerða skúlan kunnu vit tryggja, at hann framhaldandi verður karmur um lærdóm, vøkstur og møguleikar fyri komandi ættarlið.
Skúlakervið mennist støðugt, og tað ger tørvurin hjá okkara næmingum og lærarum eisini. Tey flokshølini ið hava tænt okkum øllum væl, hava nú tørv á einum andlitslyfti fyri at fylgja við á øllum økjum, frá frálæringarháttum til tað tøkniliga. Hesar ábøtur tryggja at okkara børn eru brynjaði við teimum førleikum, sum vónandi vera til frama fyri bygdina seinni á teirra leið.
Tøkniligar uppstigingar: Vit skulu raðfesta nútíðar tøkni sum kunnu skapa eina meira samvirkna og engasjeraða lærutíð. Hesi amboð eru ein týðandi partur av at hjálpa børnunum at trívast í einari talgildari tíð.
Umvæling av økinum: Tíðin er komin til at umvæla serliga tann eldra partin av skúlanum, soleiðis at hann livur upp til nútímans krøv við øllum neyðugum hentleikum. Við betri hitaskipan kunnu vit minka orkunýtsluna, og samstundis skapa betri umstøður fyri bæði næmingar og lærarar.
Betri serhøli: Tey nýggju serhølini til alis- og evnafrøði, tónleik, lívfrøði og onnur handalig fak, herundir FabLab, eru ómetaliga týdningarmikil. Tey hava hvør sær brúk fyri einari umvæling, soleiðis at næmingarnir kunnu fáa mest møguligt burturúr teirra skapandi og teknisku førleikum. Við at tilbúgva hesi rúmini við nútímans útgerð kunnu vit geva næmingunum best møguliga undirstøði í fakum, ið eru so gevandi og kunnu vera avgerandi fyri teirra lívsleið.
Stuðla fjølbroyttari menning: Vágs Skúli er meira enn bara grundarsteinurin undir akademiskari læru – hann er eitt stað, har íð kropsligu, sosialu og kreativu evnini hjá børnunum mennast. Høli sum fimleikahøllin og bókasavnið spæla ein avgerandi leiklut í at skapa javnvág ímillum bókliga læru og yvirornaða trivnaðin hjá børnunum, hesi hølini kunnu eisini gerast meira nútímans.
Børn í blóma:
BØRN Í BLÒMA:Skúlagarðurin er ein týðandi partur av gerandisdegnum hjá børnunum, og hann hevur stóran týdning fyri teirra námsfrøðiligu menning, trivnað og vælveru. Eitt væl skipað og livandi úti umhvørvi fremur eitt stað, har børnini blóma, leika og læra.
Nýggja spæliplássið í skúlagarðinum hevur verið kærkomið, men restin av garðinum stendur eftir sum ein avmynd av farnu tíð. Grønu plássini og vøllurin áttu at verið umvæld til ein livandi miðdepil, har børnini kveikja sínum forvitni og hugflogi.
Eg vil fegin syrgja fyri, at Vágs Skúli framvegis verður eitt stað, har næmingar og lærarar mennast og trívast. Eg ætli mær at arbeiða fyri einum nútímans skúla, sum fyrireikar okkara børn til framtíðina. Tí ein sterk framtíð byrjar við einum sterkum skúla.
Unn Michelsen
Listi E
Facebook viðmerkingar