Barnagarðurin

Barnagarðurin Gull! Ríkidømi! Gimsteinar! Jú, sanniliga kann man siga “kært barn har mange navne!”Tí soleiðis siga flest av okkum um okkara børn.

Heppin eru vit at vita, at í Vágs Kommunu hava vit ansingarpláss til øll børnini í kommununi.

Tí kunnu vit eisini sagtans hava flott reklamuskeltið uppi, har tað stendur “Vælkomin til Vágs”, tá ið tú er á veg inn í bygdina. Her er pláss til og fyri okkum øllum!

Nýggjur barnagarður bleiv latin upp í 2013 til gleði og gaman fyri øll. Skjótt fann man tó útav, at tað var plásstrot. Loysnin var at ogna sær húsið við síðunar av nýggja bygninginum, og var hetta ein frálík loysn uppá júst trupulleikan.

Men uppdateringar/ábøtur eru neyðugar. Nøkur av málunum, sum eru átroðkandi bæði inni og úti í barnagarðinum, eru:

– Spæliplássið má og skal verða trygt, og er tíbetur komið gongd í hetta!- Ventilatión og hitaskipan krevja ábøtur

– Regluligar brand venjingar undir skipaðum viðurskiftum skulu raðfestast.

– Parkeringsviðurskifti má betrast og parkeringspláss til starvsfólkið skulu gerast!

– Krubbu/vogn rúmið má endurskoðast.

– Tørvur er á betri køks umstøðum.

Alt hetta viðvíkir okkara børnum – okkara gulli og framtíðini hjá okkara bygd! Og ikki minst tey, ið starvast har.

Sum valevnið til kommunuvalið er hetta nakað, sum er við í míni raðfesting – nakað eg vil arbeiða fyri.Trygd og trivnaður er tað minsta, vit kunnu bjóða okkara borgarum – bæði stórum og smáum.

Gott val

Setið X við Rógva á Lista E

Facebook viðmerkingar