Vágur hevur eitt stórt ríkidømi av mentan

Kan være et billede af 1 person og tekst

Góðu Vágbingar!

Vágur hevur eitt stórt ríkidømi, av mentan. Læt meg nevna nøkur:

– Grindabátarnar

– Johanna TG 326

Petur Nolsøe savni

– Sluppsavnið

Hugskotið til eitt mentunarhús til hesar dýrgripir, sum eru partur av Vágs Søgu, og ikki mugu blíva burtur ella oyðileggjast, men varðveitast,- hevur altíð ligið mær í huga.

Havnalagið í sær sjálvum hevur sína egnu søgu.

Vágur var jú ein av fyrstu og størstu fiskivinnubygdum í sínari tíð. Tí er savningarstaðið, til eitt maritimt mentunarhús, upplagt at liggja á keiøkinum. Gamla suðurfisk bygningurin, er eitt besta boðið av tí, at húsið kann brúkast líka frá kei hædd til 1.hædd. Her eru nógvir møguleikar!

Harumframt kemur møguleikin at fríðka meir um okkara keiøki til eitt innbjóðandi maritimt øki bæði fyri okkara útróðrarmenn siglandi gestir og annars øll í bygdini. Í løtuni síggja vit arbeiði av sera snøgga báta dráttinum sum kommunan letur byggja. So læti okkum halda áfram við tí góðu gongdini.

Garðabrúgv bleiv handað yvir til kommununa 2022, og sama er gjørt við sjálvt Garðatún, at Vágs Kommuna og ánarin av Garðatúni hava gjørt avtalu um gerðarbýti, har kommunan yvirtekur økið, sum tað liggur nú. Garðabrúgv er sera illa farin, verður tað ikki tikið hond um hana nú, koma vit at vera vitni til at henda søguliga brúgv dettur saman.

Fram við fjørðinum hava vit ein gyltan møguleika til at skapa eina gøtu í vøkru náttúruni, líka frá fiskaplássinum á Løghamri og líka yvir um til Páls Høll. Hetta hevði gjørt, at gongutúrurin yvir og heim aftur frá Páls Høll, Marghøllini ella kirkjugarðinum, blívur ein tryggur og vakur túrur.

Hetta er bert nakað av tí eg brenni fyri her í bygdini,- alt fyri Vág, og okra borgarar!

Seti X við Rógva

Gott val

Facebook viðmerkingar