Ert tú okkara nýggi húsavørður og umsjónarmaður/kvinna

Mynd: Eyðfinn Debes

Søkt verður eftir húsavørði við handverksligum førleikum til Hvalbiar skúla og aðrar ognir hjá Hvalbiar Kommunu. Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja skjótast til ber. Vit leita eftir einum húsavørði, sum hevur viðkomandi starvsroyndir sum handverkari og royndir innan byggivinnuna.

Arbeiðsuppgávur:

Húsavørðurin kemur at hava umsjóm við Hvalbiar skúla og øðrum ognum hjá kommununi. Uppgávurnar eru sera fjølbroyttar og kemur húsavørðurin at røkja bygningarnar og økini kring bygningarnar. Til tíðir kann væntast, at húsavørðurin kemur at hjálpa til á tekniska økinum. Harumframt skal viðkomandi meta um og raðfesta umvælingar, ið ognirnar hava tørv á.

Førleikar:

Vit ímynda okkum, at rætti umsøkjarin hevur viðkomandi útbúgving sum handverkari. Tað hevur týdning, at tú hevur áhuga fyri at røkja bygningar og kann arbeiða sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og dugir væl at samstarva við bæði starvsfólk og brúkarar av okkara bygningum.

Tað er umráðandi, at umsøkjarin dugir væl at loysa handverksligar uppgávur og hevur gott handalag.

Vit vænta at tú:

• Ert fyrikomandi og hevur jaligan hugburð

• Ert handaliga væl fyri og hevur góðan røkjuskap

• Hevur gott yvirlit og góð evni at samstarva og samskifta

• Ert opin fyri broytingum í arbeiðauppgávunum

• Kann nýta egnan bil í starvinum

Setanarviðurskifti:

Starvið er fulltíðarstarv við starvsbyrjan 1. januar 2025 ella skjótast gjørligt. Lønar- og setanarviðurskifti verða sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eir J. Norðberg, forkvinnu í Trivnaðarnevndini á tlf. 270712 ella við telduposti eir@hvalba.fo.

Umsøkjarin má tola broytingar í starvinum og í starvssetanini.

Umsókn:

Umsókn skal saman við CV, avriti av prógvum, viðkomandi skjølum og møguligum viðmælum, sendast til hvalba@hvalba.fo.

Hvalbiar Kommuna skilar sær rætt til frítt at velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at seta.

Barnaváttan sambært barnaváttanarlógini §4 skal fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsøkninar skulu vera Hvalbiar Kommunu í hendi seinasta lagi 12. desember 2024 kl. 12.00.

Hvalbiar Kommuna

Bíarvegur 2

850 Hvalba – tlf. 375033

T-post: hvalba@hvalba.fo

Facebook viðmerkingar