Kommunur fáa nú loyvi at krevja pengar fyri tóm hús

Tilvildarlig mynd

Endamálið við uppskotinum er at geva kommununum heimild til at krevja tænastugjald frá teimum, sum eiga býli, har eingin er skrásettur at búgva, sigur Løgmálaráðið.

Uppskot er nú gjørt og sent til hoyringar um loyvi hjá kommununum at taka pengar fyri tóm hús.

Endamálið við uppskotinum er at geva kommununum heimild til at krevja tænastugjald frá teimum, sum eiga býli, har eingin er skrásettur at búgva.

Tænastugjaldið skal fíggja ein part av teimum útreiðslum, sum kommunurnar hava av at veita tænastur og at viðlíkahalda undirstøðukervið til hesi býli.

Við uppskotinum verður tryggjað, sigur Løgmálaráðið, sum eigur uppskotið, at tey tómu býlini ikki gerast ein áhaldandi og vaksandi eykakostnaður fyri kommunurnar. 

Eisini kann tænastugjaldið skapa eina ávísa fíggjarliga útjavning millum kommunurnar.

Nógv hús standa tóm í Føroyum, til dømis annað hvørt hús í Húsavík og í Skúgvoy.

Kommunurnar áseta sjálvar tænastugjaldið, men landsstýrið ásetur hámarkið 1. januar hvørt ár.

Eftir tí frymli, sum landsstýrið ætlar at brúka til at áseta hámarkið, hevði tað verið 673 kr. um mánaðin fyri hvørt býli næsta ár.

Lógin skal koma í gildi 1. januar í 2026. 

Kelda: KVF

Facebook viðmerkingar