Knapt 54.700 fólk búðu í Føroyum 1. november — vøksturin er 0,5%

Hagstova.fo: 1. novembur búðu 54.648 fólk í Føroyum. Tað eru 250 fleiri enn 1. novembur í fjør. Vøksturin er 0,5%, og tað er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 0,8%.

Hóast fólkatalið framvegis veksur, so er vøksturin minkandi. Seinastu tólv mánaðirnar vaks fólkatalið við 250. Til samanberingar vaks tað við knapt 450 í undanfarna tíðarskeiði og við á leið 800 fyri fimm árum síðani. Minni burðaravlop og uppaftur minni nettoflyting minka um fólkavøksturin. 

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum til- og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Fólkavøksturin seinastu tólv mánaðirnar taldi 250 fólk og kom av einum burðaravlopi á 130 og eini nettoflyting á 120 fólk. Seinast, tá samlaða nettoflytingin fyri eitt tólv mánaða skeið var minni enn samlaða burðaravlopið, var fyri tíggju árum síðani. 

Fólkavøksturin seinastu tólv mánaðirnar var næstan 200 fólk minni enn í undanfarna tíðarskeiði. Minni burðaravlop og uppaftur minni nettoflyting minka um fólkavøksturin. Burðaravlopið minkaði, serliga tí færri vóru fødd. Nettoflytingin minkaði meir enn burðaravlopið, serliga tí færri fluttu til Føroya enn í undanfarna tíðarskeiði. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri. 

Les meira her

Facebook viðmerkingar