Tekniskur leiðari til Strandferðsluna 

Dámar tær væl avbjóðingar og at hava nógvar tekniskar bóltar í luftini umframt at vera partur av einum spennandi toymi? So bíðar kanska spennandi starvið sum tekniskur leiðari á Strandferðsluni eftir tær. 

At lova gull og grønar skógir liggur okkum fjart, men vit kunnu lova, at tú sjáldan kemur at keða teg – tí tú fær ábyrgd av tekniska partinum av rakstrinum av ferjunum hjá Strandferðsluni. Starvið kann helst tykjast avbjóðandi – tí ferjurnar eru í eldra lagi – men tað er orsøkin til, at tvær nýggjar ferjur í hesi løtu eru á tekniborðinum, og at nýggja Kalsoyarferjan verður boðin út til bygging í næstum.  

Starvið 

Tú fær stóra ávirkan á starvið og menningina av tí. Umframt tætt samstarv við rakstrarleiðaran, sum tú vísur til, verða tínir samstarvspartar brúgv, maskina, skipsinspektørur eins og allir vøruveitararnir. 

Uppgávurnar í starvinum fevna millum annað um at: 

– Veita tekniska ráðgeving og vegleiðing 

– Samskipa umvælingar og viðlíkahald 

– Fyrireika og leiða verkætlanir 

– Veita hagtøl og greina fíggjarliga raksturin 

Førleikakrøv 

Umsøkjarar skulu hava fulla maskinmeistaraútbúgving ella aðra líknandi útbúgving  og hava: 

– Áhuga fyri bæði eldri og nýggjari tøkni  

– Royndir við viðlíkahaldsskipanum og góðan teldukunnleika 

– Vitan og royndir við leiðslu av verkætlanum 

Eisini vænta vit at tú ert forvirkin, framfúsin, røkin og dugir væl at skipa teg. Breið og holl teknisk vitan er ein fortreyt. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan leiðslu og skipabygging.

Lønar- og setanarviðurskifti  

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Starvið verður sett skjótast gjørligt.  

Umsóknarfreistin er sunnudagin 15. desember 2024. Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Niels J. Nielsen, rakstrarleiðara, á t-posti nin@ssl.fo ella á telefon 293041.  

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Strandfaraskip Landsins 

Strandfaraskip landsins er landsfyritøka – eitt reiðarí – undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum og skal sambært lóg lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Virksemið er spjatt kring landið allar dagar á árinum – frá árla á morgni til út á midnátt. Strandferðslan umsitur íalt 31 sjó-, landvegis og loftvegis farleiðir: Sjey oyggjaleiðir, 23 bygdaleiðir og 1 tyrluleið. Flutningurin verður røktur við sjey ferjum og 48 bussum umframt tyrluni. Raksturin av bussunum og tyrluni er útveittur. Í fjørð var samlaða ferðafólkatalið ein góð 1 millión, av hesum helvtin við ferjunum, hin helvtin við bussunum umframt 10 túsund ferðafólk við tyrluni. Flutt blivu harumframt 130 túsund akfør og ein týðandi nøgd av farmi. Starvsfólkahópurin er áleið 180 fólk, fyri tað mesta skipsmanningar. Fyrisitingin er skipað í fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeild og stjórnarskrivstovuna. Høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.

Facebook viðmerkingar