Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, fegnast um, at bíðilistarnir í Sjúkrahúsverkinum eru styttir við 597 persónum higartil í ár. Hetta, eftir at Løgtingið játtaði 4,25 milliónir krónur til eitt átak, sum hevur til endamáls at stytta bíðilistar til viðgerðir í Sjúkrahúsverkinum.
Sjúkrahúsini hava í felag lagt virksemið til rættis, soleiðis at bíðilistarnir verða styttir mest møguligt við játtanini, sum er veitt til endamálið í ár. Eftir ætlan, verða bíðilistarnir styttir við tilsamans 1.100 persónum fyri ársenda.
Munagóð játtan til fleiri øki
Játtanin er brúkt til at stytta bíðilistarnar á ymiskum økjum, har Sjúkrahúsverkið hevur mett, at tørvurin er størstur, og har tað hevur verið møguligt at økja virksemið. Millum hesi eru:
- 890.000 kr. til ADHD-útgreiningar á Landssjúkrahúsinum
- 382.000 kr. til orto alloplastik (mjadnar og knø) á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
- 98.000 kr. til pínuklinikkina á Suðuroyar Sjúkrahúsi
- 346.000 kr. til Barna- og ungdómspsykiatri á Landssjúkrahúsinum
- Umframt játtan til 19 onnur øki innan Sjúkrahúsverkið (eitt nú magatarmskurð, urologi og æðraknútar)
Betri tænastur til borgarar
Hóast tað er avbjóðandi at stýra bíðilistum, arbeiðir Sjúkrahúsverkið støðugt við at betra viðgerðartíðirnar. Júst hendan raðfestingin ger stóran mun, og hevur beinleiðis jaliga ávirkan á tann einstaka sjúklingin.
“At veita borgarum trygga og skjóta heilsutænastu er eitt av okkara fremstu málum. Vit fegnast um, at hetta átakið, sum sjúkrahúsini í felag hava lagt til rættis, hevur eydnast væl higartil. Tað er mín vón, at vit náa málinum, sum er sett fyri árið”, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Sjálvt um bíðilistar framvegis eru, og framhaldandi fara at vera í Sjúkrahúsverkinum, er hetta eitt stórt tak fyri alt Sjúkrahúsverkið. Hetta er eisini sera týdningarmikið fyri teir sjúklingar, sum bíða eftir at fáa viðgerðina teimum tørvar, innan rímiliga tíð.
Facebook viðmerkingar