Heilsumálaráðið: Játtanin til universitetssjúkrahúsið er hækkað við 1 mió. kr. í 2025, og arbeiðið við at skipa universitetssjúkrahúsið í Føroyum heldur fram.
Seinasta árið hevur verið arbeitt við at fyrireika Sjúkrahúsverkið til at gerast universitetssjúkrahús. Heilsugranskingareindin er styrkt, rakstraruppgávurnar hjá universitetssjúkrahúsinum eru savnaðar í eina eind, og formligar semjur og avtalur eru gjørdar millum avvarðandi myndugleikar og stovnar.
Virksemi í 2025
Arbeiðið við universitetssjúkrahúsinum tekur støði í álitinum um Universitetssjúkrahús frá 2023.
Arbeitt verður í løtuni við at leggja eitt lógaruppskot fyri Løgtingið. Lógaruppskotið um universitetssjúkrahús er í løtuni til ummælis hjá avvarðandi pørtum, og verður eftir ætlan lagt fyri Løgtingið í februar 2025 (tilmæli 3 í álitinum).
Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetur Føroya arbeiða við at orða eina strategi fyri framtíðar heilsugransking (tilmæli 7 í álitinum). Ætlanin verður væntandi liðug á heysti 2025. Ein avtala er undirskrivað millum Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetrið um hetta samstarvið (tilmæli 15 í álitinum).
Harumframt arbeiðir Fróðskaparsetur Føroya við at fyrireika APN-útbúgvingina (Avanseraður Kliniskur Sjúkrarøktaarfrøðingur) og at kanna møguleika fyri at seta læknaútbúgving á stovn í Føroyum (tilmæli 10 og 11 í álitinum).
– Eg eri fegin um, at arbeiðið við at tryggja universitetssjúkrahúsinum eitt gott grundarlag at byggja á, kann halda fram. Við at savna rakstraruppgávur, styrkja gransking og menna nýggjar útbúgvingar, taka vit týðandi fet ímóti einari framtíð, har heilsuverk og útbúgving ganga hond í hond til frama fyri allar føroyingar, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Við einum universitetssjúkrahúsi verður møguligt at skapa nýggjar starvs- og granskingarmøguleikar fyri heilsustarvsfólk. Hetta fer væntað at økja um áhugan hjá læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólki at søkja starv í Sjúkrahúsverkinum.
Facebook viðmerkingar