Í februar og mars, og aftur á heysti, verður Vágs Kommuna karmur um spennandi listaverkætlanir. Tá koma niðurlendsku listafólkini, sum kommunan samstarvaði við í 2023, og eitt danskt listafólk at búleikast í Vági.
Filmsverkætlanin
Tá Floortje, Martijn og Eva vitjaðu Vág í sambandi við listaverkætlanina Tíðin millum okkum (Community Art Project) í 2023, komu tey fram á eitt serstakt filmsarkiv í Vági. Hetta arkivið fevnir um upptøkur, sum Sævar Haldórsson og Pauli Poulsen hava gjørt seinastu 40 árini. Upptøkurnar dokumentera hendingar, tiltøk, persónar og annað forvitnisligt úr Vági.
Vágs Kommuna og listafólkini hava gjørt avtalu við Sævar og Paula um at framleiða ymisk video-tilfar úr hesum arkivið. Og so hvørt, sum tilfar verður sett saman, so verða almennar sýningar í Vági.
Taraverkætlanin og Listaleypurin
Í mars byrjar taraverkætlanin við Floortje og Alberte Holmø Bøjesen. Tær báðar, saman við vágbingum og øðrum áhugaðum, fara ígjøgnum kanningararbeiði og skapandi verkstovur fyri at gera taraskógin sjónligan, kensligan, hoyriligan, luktiligan og smakkligan.
Føroyar eru 99 prosent hav, og tarin gevur okkum ein serstakan møguleika at nærkast hesum partinum av føroyska landslagnum. Floortje og Alberte.
Listaleypurin
Floortje og Alberte hava ment skapandi verkstovur, sum tær fara at hava í nøkrum skúlum í Suðuroynni. Verkstovurnar eru partar av Listaleypinum. Fylgið við á Listaleypinum.
Almennar verkstovur
Listakvinnurnar hava í samstarvi við FabLab í Vági og kvøldskúlan ment verkstovur, har luttakarar kunnu læra um tara gjøgnum skapandi tilgongdir. Hetta fevnir um kanningararbeiði, royndir og listaligan framburð, so sum kortlegging, prentlist, fotografi, skapan av leðri/bioplastikki og modul-design (lasarskurður av tara). Síðst í mánaðinum verður ein almenn framsýning, har úrslitini av taraverkætlanini verða sýnd fram.
Ein heilsan frá Floortje, Martijn og Evu
Okur eru Floortje Zonneveld, Martijn Bastiaans og Eva Bullens – trý listafólk úr Niðurlondum. Seinastu 10 árini hava okur ferðast til Føroyar fyri at arbeiða við ymiskum listaverkætlanum saman við lokalum samfeløgum.
Í 2022 vitjaðu okur Vág og vórðu bergtikin av bygdini og fólkinum har. Á heysti 2023 búðu okur í Vági í tríggjar mánaðir og arbeiddu við listaverkætlanini Tíðin millum okkum (Community Art). Úrslitið av hesi verkætlanini fevnir m.a. um:
- Sitimotturnar í Miðlatúni
- Ein stuttfilmar um Vágs kommunu, Visit Suðuroy og sitimátturnar
- Fleiri ljóðtúrar, sum kunnu upplivast á ávísum støðum í Vági
- Nógvar verkstovur og framsýningar
Í okra arbeiði sum filmskaparar og undirvísarar leggja okur dent á at leita eftir felags, staðbundnum søgum og styrkja lokala samleika gjøgnum samskapandi arbeiðshættir, listaverkstovur og framsýningar.
Okur gleða okum at síggja tykum aftur og samstarva um hesar verkætlanir.
Facebook viðmerkingar