Gandakelling úr Skúvoy í Stóra Pakkhúsi 27. Oktober

BySuðuroyarportalurin

3. oktober 2026

Einrøðuleikur eftir Gunnvá Zachariasen og Riu Tórgarð

“Í Føroyum livdi úti í Skúvoy ein kona, sum æt Sára Malena Guttormsdóttir. Hon sigst verða tann seinasta gandakellingin í Føroyum…”

Sára Malena í Heimaragarði í Skúvoy varð fødd í 1832 og doyði í 1903. Hon var einabarn. Longu sum barn hevði hon ringt orð á sær. Hini børnini vildu ikki hava hana við í spælið, tey vaksnu øtaðust um, hvussu hon tíggjaði sær og foreldur hennara høvdu helst viljað sloppið sær av við hana. Men hon var gløgg, dugdi at lesa langt áðrenn hon fór í skúla og røsk til alt arbeiði, inni sum úti. Seinni fóru søgur at ganga um hana, at hon skuldi duga gand og at biða ilt yvir onnur. Tað segist, at hon var atvoldin til fleiri vanlukkur og at hon í fleiri førum hevndi seg afturfyri eyðmýking og happing. 

 “Frásagnirnar um heksina úr Skúgvi vórðu fortaldar við undran um alt landið”, skrivar Eyðun Andreassen, fólkalívsfrøðingur í grein síni um Sáru Malenu í tíðarritinum Brá (1984). 

Nú, vit báðar, Ria og Gunnvá, eru komnar at kenna hana eitt sindur betur, eru vit enn líka hugtiknar og forvitnar. Vit kenna okkum drignar at henni, vit droyma hana, ynskja at mana hana fram, at tráspyrja hana um alt møguligt, vit ynskja at skilja hana. Vit hava lisið í keldum og vit hava tosað um hana. Vit hava tikið til okkum søgurnar um hana; vit hava valt burtur úr, spunnið og broderað víðari. Enn er hon líka duldarfull og samansett. Tað er, sum hoyra vit stillan látur onkustaðni frá. Ella er tað grátur?

Hugskot og konsept: Gunnvá Zachariasen

Leikstjórn: Ria Tórgarð

Leikari: Gunnvá Zachariasen 

Leikrit: Kellingarnar báðar, Gunnvá og Ria hava skrivað og skapað einrøðuleikin við íblástri úr keldum frá Eyðun Andreassen, Kristian OsvaldViderø úr Saga Skúvoyar, Skúvoyarsøgu eftir Petur Andreassen og skaldsøguni Sára Malena -seinasta gandakelling í Føroyum eftir Sólruna Michelsen, umframt øðrum keldum og úr egnum hugaheimi. Vælkomin til okkara tulking av søguni um Sáru Malenu.

Framleiðsla: TVAZZ í samstarvi við teatur Grugg

Leikurin er stuðlaður av Mentamálaráðnum, Tórshavnar Kommunu, Mentanargrunni Landsins og Listaflog 2024.

Myndir:  gauihpic

Tvazz.fo

Leikurin verður framførdur í Stóra Pakkhúsi týsdagin 27. oktober kl. 20.00.

Atgongumerki kunnu keypast her.

Facebook viðmerkingar