Ein roynd at fáa dansifelag okkara virkið aftur

“Dansifelagið í Suðuroyar norðari helvt varð stovnað í 1974. Endamálið við felagnum var at birta lív aftur í føroyska dansin í norðari helvt av Suðuroynni; hann var um hetta mundi at kalla burturdeyður í hesum partinum av oynni”. Soleiðis skrivaði Jacob Olsen, sáli, í einum skrivi fyri nógvum árum síðani.

Nógv er broytt, síðani hetta felagið varð stovnað, og eru nógvir limir ikki millum okkum longur. Okkara dansifelag hevur ikki verið virkið í nøkur ár, og nú ætla vit at gera eina roynd at fáa lív aftur í felagið.

Felagið átti hús í Trongisvági, har nógv góð og hugnalig tiltøk vórðu hildin – okkara føroyska dansi at frama, men sum árini gingu, so var tað sera tungt at umsita eini hús, limirnir gjørdist eldri, og torført var at fáa yngri kreftir at taka við. Nevndin í felagnum fekk undirtøku frá limum felagsins at selja húsið, og eftir tað varð av og á dansað í Ranhøll í Sandvík.

Seinasta vetur savnaðust nøkur í skúlanum í Nesi, har børn og vaksin komu saman at kvøða, frá jólum til føstan byrjaði. Hendan royndin at savna vaksin og børn at dansa saman fekk stak góða undirtøku. Nú vit síggja, at áhugi er, so fara vit at royna at fáa felagið virkið aftur.

Øll eru hjartaliga vælkomin á fund í Hvalbiar skúla ónsdagin 22. januar kl.19, har vit fara at skipa nýggja nevnd.

Vit ætla at byrja við lættum vísum og kvæðum, øll skulu kenna seg vælkomnan, eisini tey, ið ikki eru so von at fara upp á gólv.

Vinarliga stigtakararnir

Facebook viðmerkingar