Heilsuskúli Føroya: Lýsingarmøguleiki fyri leigubústaðir til lesandi

Kunningarskriv til útleigarar:

Góðu útleigarar,

Heilsuskúli Føroya arbeiðir fyri at gera tað lættari fyri okkara næmingar at finna góðar leigubústaðir
meðan teir ganga á skúlanum. Í hesum sambandi ynskja vit at bjóða tykkum at vera ein partur av
okkara nýggju tænastu.

Vit bjóða tykkum ein møguleika at lýsa við og vísa á tykkara leigubústaðir á okkara heimasíðu. Hetta
gevur tykkum møguleikan at røkka beinleiðis til okkara næmingar.

GG. Heilsuskúli Føroya tekur onga ábyrgd av nøkrum viðurskiftum ímillum útleigara og leigara í
hesum sambandi.

Hvat krevst fyri at vera við?

  1. Vit ynskja at savna allar neyðugar upplýsingar um bústaðin, og heita á tykkum um at senda okkum:
    – Eitt stutt lýsingarskriv av leigubústaðinum, sum hevur í sær:
    – Stødd (m²)
    – Tøl á kømurum
    – Útgerð (t.d. køk, møblar, internet, o.a.)
    – Møguliga prís og viðurskifti fyri leigumál (t.d. innskot, treytir o.a.)
  2. Myndir av bústaðinum, ið geva eina góða fatan av støddini og sniði á bústaðinum
  3. Kontaktupplýsingar, soleiðis at næmingarnir kunnu seta seg í samband við tykkum beinleiðis,
    bæði áðrenn og undir leigutíðina.

Hvat fáa tit burturúr?

  • Økta atgongd til áhugaðir leigarar
  • Ein einfaldan og ómakaleysan hátt at lýsa tykkara bústað fyri einum viðkomandi málbólki
  • Møguleikan at verða skrásett í okkara yvirlitið, sum verður varpað á heimasíðu okkara, til okkara næmingar

Hvussu senda tit okkum upplýsingar?

Sendið tykkara lýsing, myndir og kontaktupplýsingar til:
Heilsuskúla Føroya
Teldupost: heilsuskulin@skulin.fo
Viðmerkið heitið: “Lýsing av leigubústaði”

Vit gleða okkum at hoyra frá tykkum, og at kunna samstarva um at stuðla næmingunum hjá Heilsuskúla Føroya við at finna góð bústaðarviðurskifti.

Heilsuskúli Føroya

Facebook viðmerkingar