Tórbjørn Jacobsen hevði eitt ógvuliga hvassorðað lesarabræv í vikuni um uppskotið hjá andstøðuflokkunum um ein elmarknað. Yvirskriftin var einki minni enn “Solidariska jarðarferðin?”
Men tað løgna er, at Tórbjørn eigur sjálvur stóran part av uppskotinum.
Tann 22. mars 2022 varð eitt semjuskjal undirskrivað í Tinganesi av táverandi landsstýrismanninum í orkumálum, SEV og Føroya Kommunufelag. Heðin Mortensen og Tórbjørn Jacobsen skrivaðu undir vegna Føroya Kommunufelag.
Punkt 7 í semjuskjalinum segði, at orkumyndugleikin og samráðingarnevndin fyri Kommunufelagið og SEV skuldu seta ein bólk at kanna, hvussu ein marknaður í søluliðinum kundi skipast á ein “einfaldan og ódýran hátt”.
Endamálið við elmarknaðinum skuldi vera at skunda undir grøna orkuskiftið, við at menna ymiskar orkuloysnir fyri brúkaran. Hetta skuldi geva brúkarunum fjølbroyttari møguleikar at leggja um til grøna orku.
Arbeiðsbólkurin bleiv settur, og í desember 2023 handaði bólkurin táverandi landsstýriskvinnu, Ingilín Strøm, eina frágreiðing. Tórbjørn Jacobsen var ein av limunum í arbeiðsbólkinum.
Ingilín Strøm gjørdi síðani eitt lógaruppskot um broytingar í elveitingarlógini, har uppskotið um elmarknað var partur av uppskotinum. Men full undirtøka var ikki í samgonguni fyri sølumarknaðinum, og tí bleiv tað tikið burturúr uppskotinum, ið varð lagt fyri Løgtingið.
Vit í andstøðuni hava nú lagt henda partin av uppskotinum hjá Ingilín Strøm fyri Løgtingið aftur, tí vit halda, at tað hevur týdning (sum tað stendur í semjuskjalinum), at vit skunda undir grøna orkuskiftið, við at menna ymiskar orkuloysnir fyri brúkaran.
Men nú leggur Tórbjørn Jacobsen okkum undir at renna ørindi fyri onkran ávísan áhugapart, ið vil sníkja okkurt inní lógina. Men vit hava ikki gjørt annað enn at leggja uppskotið hjá fyrrverandi landsstýriskvinnuni fram aftur. Tórbjørn vísir millum annað á, at ístaðin fyri at siga, at “SEV keypir og selir alla elorku, ið verður flutt á elnetinum hjá SEV,” hava vit bara skrivað, at “SEV keypir og selir elorku…” (ikki “alla elorku”) og hetta skal vera eftir boðum frá onkrum, sum hevur áhuga í málinum. Men hetta er júst sama orðing, sum stóð í uppskotinum hjá Ingilín Strøm, og sum Tórbjørn fekk til hoyringar fyri einum ári síðani.
Nú fer Rættarnevndin at viðgera uppskotið, og er tað so, at eitt einstakt orð kann gera undurverkið móti eini breiðari semju, so hava vit einki ímóti at gera ta broytingina.
Hetta uppskotið fer ikki at gera nakra kollvelting, men kanska kann tað geva eitt lítið skump tann rætta vegin, fyri at fáa meira ferð á grøna orkuskiftið – so langt sum tað nú einaferð er politiskt møguligt.
Helgi Abrahamsen
Facebook viðmerkingar