Gigni verður skipað saman við Heilsutrygd

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum hevur tikið avgerð um, at Gigni frameftir verður skipað bygnaðarliga saman við Heilsutrygd.

Gigni verður skipað við einum fakligum stjóra, sum fer at hava fakligu ábyrgdina av heilsufrøðiligu tænastuni. Fakligi stjórin fer í tøttum samstarvi við stjóran á Heilsutrygd at raðfesta fakliga arbeiðið.

Lýst verður í næstum eftir fakligum stjóra, soleiðis at hesin kann byrja í starvinum skjótast gjørligt.

 

UM GIGNI

Gigni veitir heilsufrøðiliga tænastu til allar smábarnafamiljur, skúlabørn og tannáringar í Føroyum. Gigni virkar fyri, at børn fáa eina jaliga og mennandi lívsbyrjan og heilsugóð barna- og ungdómsár. Síðani í summar hevur stovnurin fyribils verið skipaður umsitingarliga saman við Heilsutrygd.

Facebook viðmerkingar