Landsstýrismaðurin vitjaði í samband við Barnaverkætlanina

Í dag vitjaði landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum Vágs Kommunu í samband við, at Barnaverkætlanin er farin av bakkastokki.

Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Djóni Nolsøe Joensen, vitjaði í dag Vágs Kommunu. Í samband við vitjanina bjóðaði borgarstjórin, Bjarni Johansen, vælkomin og landsstýrismaðurin segði nøkur orð um Barnaverkætlanina og um, at Vágs Kommuna, sum royndarkommuna, nú fer í gongd við verkætlanina.

Borgarstjórin og landsstýrismaðurin løgdu dent á, at Barnaverkætlanin er ein týdningarmikil íløga í okra børn og ung. Verkætlanin er grundað á gransking og tvørgeirasamstarv og hevur verið ávegis í eina tíð, men nú verður hon meiri ítøkilig. Kommunan hevur sett ein netsamskipara, sum skal samskipa og útinna ein part av Barnaverkætlanini, ið fevnir um kommununa.

Vitjanin legði upp til gott prát við landsstýrismannin, starvsfólk hjá kommununi og býráðspolitikarar, ið eru knýtt at Barnaverkætlanini í Vági.

Vágs Kommuna er sera takksom fyri samstarvið við Barna- og útbúgvingarmálaráðið og vitjanina av landsstýrismanninum.

Facebook viðmerkingar