Fyrsti Eldradagurin í ár verður 22. mars

Fyrsti eldradagurin í 2025 verður leygardagin 22. mars i VB húsinum. Dagurin, sum er ætlaður borgarum í Vágs kommunu sum eru 60 ár og eldri, byrjar kl 11.00 og er liðugur kl 13.00.

Á skránni er sum vant brunch frá Garðslon. Rakul Sumberg Dahl fer at hugleiða um aldargomlu Grindabátarnar í Vági. Bárður Sandá, sum í ár byrjaði sum ovasti hjá Arktisk Kommando í Føroyum, fer at tosa um sínar upplivingar í donsku sjóverjuni.

Øll eru hjartaliga vælkomin og tað er ókeypis at luttaka. Um onkur tørvar flutning til og frá VB húsinum, so verður viðkomandi biðin um at ringja til Miðlatún á telefon 239390.


Facebook viðmerkingar