“Rasmus á landsliðið”

Við Løkin rungaðu røddirnar hjá FC Suðuroy fjepparunum “Rasmus á landsliðið”, og tað ikki uttan orsøk.

Seks umfør eru spæld í Betrideildini í 2025 og í kappingini um plássið í málinum hjá A-landsliðnum hevur FC Suðuroy málverjin Rasmus Olsen av álvara meldað seg á banan.

Aftur í dag var Rasmus millum allar bestu leikarar á vøllinum, tá FC Suðuroy tapti 0-1 ímóti NSÍ. Og varð Rasmus eisini valdur til dagsins leikara.

Eyðun Klakkstein, landsliðsvenjari, var ikki sjónligur kring vøllin, men ongin ivi er um, at landsliðs-venjaratoymið fer at hyggja eftir dystinum ein av komandi døgunum.

FC Suðuroy fjepparar vóru á einum máli um, at Rasmus skal á landsliðið. Og neyvan verður nakar kløkkur, um Rasmus Olsen verður partur av næsta landsliðshópinum hjá Eyðuni Klakkstein. Livst, so spyrst.

Facebook viðmerkingar