
Føroya Arbeiðsgevarafelag: Gevur tað veruliga meining, at eitt lítið land sum okkara hevur tvær sjálvstøðugar skipanir? Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin er komin at samskipa burturkastskipanina í eina felags skipan
Ongantíð áður hevur tað verið so neyðugt at framtíðartryggja burturkastøkið sum júst nú. Stórar broytingar liggja fyri framman, nú vit flyta okkum frá einum ”brúka og tveita burtur”-búskapi til ringbúskap, har tilfar í størstan mun verður hildið í ringrás.
Við hesum skifti er neyðugt at raðfesta framkomnar loysnir. Tær fara at krevja stórar íløgur í skipanir og mannagongdir, sum geva fleiri møguleikar til endurvinning, innsavning og hagtøl.
Tað er eisini grundarlagið undir avgerðini, sum býráðið í Tórshavnar kommunu tók á býráðsfundi 27. mars, tá ið kommunan samtykti at hækka gjøldini fyri Kommunalu Brennistøðina, so at vinnan framyvir skal rinda umleið 25% meira fyri at sleppa av við sítt burturkast.
Føroya Arbeiðsgevarafelag skilur væl, at umstøðurnar á Hjalla hava tørv á dagføringum. Men tað er trupult at skilja, hví kommunurnar ikki fara í samstarv heldur enn at menna ymiskar skipanir.
Tað hevði tænt samfelagnum betur, um alt burturkastøkið varð skipað í eitt felag. Við eini felags skipan høvdu vit fingið eina meira samanhangandi, framkomna og effektiva tænastu – bæði fyri vinnuna og borgararnar.
Samstundis høvdu vit betur gagnnýtt tær risaíløgurnar, sum eru gjørdar fyri at binda landið saman við vegum og tunlum. Tað merkir tó ikki neyðturviliga, at vit ikki skulu varðveita tvær brennistøðir í landinum, um tað annars er besta loysnin.
Vit mugu seta eina kós, sum byggir á samstarv. Føroya Arbeiðsgevarafelag heitir tí á kommunurnar um at taka stig til at sameina burturkastfeløgini í eitt felag, sum kann tryggja eina burðardygga og framtíðartryggjaða burturkastskipan.
Vit hava fleiri góð uppskot til, hvussu burturkastøkið kann mennast. Vit vilja fegin vera við í hesum arbeiði, men vit vænta eisini, at kommunurnar tora at taka neyðugu stigini.
Facebook viðmerkingar