Takk fyri í ár – okur síggjast 1. og 2. Mai 2026

Dansibandsfestivalurin 2025 bleiv ein annarleiðis festivalur, enn okur høvdu hugsað fyri bara 3-4 mánaðum síðani. 16. mars mistu okur okkara kæra Hans Jacob og hevur hetta sjálvandi merkt alla fyrireikingarnar til festivalin í ár – og festival-dagarnar vóru sjálvandi eisini merktir av syrgiligu vanlukkuni.

Tá samanumkom eydnaðist Dansibandsfestivalurin 2025 framúr væl.

Av hjartanum takka okur øllum, sum hava stuðlað og hava hjálpt til at gera Dansibandsfestivalin 2025 til veruleika – uttan tykkum øll, hevði tað neyvan borið til at skipa festivalin í ár.

Eisini takk til øll tykkum, sum vóru á Dansibandsfestivalinum 2025 – uttan tykkum, ongin Dansibandsfestivalur.

Dansibandsfestivalurin 2026 verður í døgunum 1. og 2. Mai 2026 og eru fyrireikingarnar til Dansibandsfestivalin 2026 longu komnar væl áleiðis. Vikuskiftispass verða sett til sølu í september og verður meiri at frætta um hetta eftir summarfrítiðina.

Enn eina ferð hjartans takk tykur øll – og okur gleða okkum at síggja tykkum aftur komandi ár.

Øllum verður ynskt eitt gott summar.

Dansibandsfestivalurin í Vági

Facebook viðmerkingar