
Eftir vikur við góðum summarveðri er veðrið nú broytt munandi. Í vikuskiftinum var nógv regn og í dag er eisini nógv regn og nógvur vindur. Myndir frá fossunum í Faradali, sum Dennis Holm tók, siga sína søgu.
Føroyska Veðurstovan sigur frá veksandi vindi út á seinnapartin, sum minkar út á kvøldið. Eisini týsdagin og út á ónsdagin verður nakað av vindi. Landsverk boðar frá nógvum vindi og á bæði Øðraskarði og á Porkerishálsi eru omanfyri 30 m/s í hvirvlunum.

Facebook viðmerkingar