
Onsdagin tann 4. juni kl.19:30 vitjar vælumtókti bólkurin úr Íslandi ” Diddu og dreinginir” Vágs kirkju.
Hesin bólkur hevur spælt saman síðani 1997 og er mannaður av tónleikarum, ið hava spælt saman í eitt nú íslendska symfoniorkestrinum.
Skráin fyri konsertina er fjölbroytt har tey framföra og eisini spæla saman við Ljómi.
Konsertin er ókeypis.
Facebook viðmerkingar